Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Klaksvíkar Hornorkestri

Tíðindaskriv

Leygardagin 19 mars hevur Klaksvíkar hornorkestur sín árliga venjingardag sum fyrireiking til musikkstevnuna sum í ár verður á Tvøroyri, har Tvøroyra Hornorkestrur er vertur. Aftaná hornvenjingina verður ein stutt konsert í miðhøllini á Skúlatrøð, leygardagin kl. 16.00.

Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað 5 mai 1950, og hevur virkað líka síðani.

Leygardagin 19 mars hevur Klaksvíkar hornorkestur sín árliga venjingardag sum fyrireiking til musikkstevnuna sum í ár verður á Tvøroyri, har Tvøroyra Hornorkestrur er vertur. Aftaná hornvenjingina verður ein stutt konsert í miðhøllini á Skúlatrøð , leygardagin kl. 1600.

Í hesum sambandi verður eisini ein fráfaringarløtan fyri Ottu Samuelsen, sum hevur lagt hornið frá sær eftir trúgva tænastu í orkestrinum. Otto Samuelsen var ein av stovnarunum av orkestrinum hin 5. mai 1950, og hevur verið aktivur Klaksvíkar Hornorkestri øll árini líka síðani, hann hevur verið spælari, formaður og dirigentur, men í seinastuni hevur heilsan bilað, soleiðis at hann ikki hevur kunnað luttikið aktivt í orkestrinum. Vit í Klaksvíkar Hornorkestri vilja takka Otto Samuelsen fyri góð 65 ár í orkestrinum, og fyri alt tað hann hevur verið fyri Klaksvíkar Hornorkestur.


Nevndin og blásarar í Klaksvíkar Hornorkestri.