Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umfatandi trivnaðar-og tørvskanning

Danial Viðoy

Eisini er endamálið at geva teim,ið eru 65 ár og eldri møguleikan sjálvi at koma til orðanna og geva til kenna teirra sjónarmið um, hvussu tey kundu hugsa sær at búleikast og hvørjar tænastur teim í framtíðini eiga at standa í boðið.

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum:

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur gjørt av at fremja eina umfatandi trivnaðar –og tørvskanning.

Gallup Føroyar stendur fyri kanningini.

Kanningin fevnir um umleið 500 fólk, 65 ár og eldri, sum búgva í Runavíkar- Nes –og Sjóvar kommunu.

Tey, ið spurd verða, eru dulnevnd í skrásetingini, og alt fer fram í trúnaði.

Endamálið við kanningini er at finna fram til hvussu støðan hjá teim, ið eru 65 ár og eldri, er í dag, hvat m.a. trivnaði, heilsu, bústaðarviðurskiftum og tilboðum innan Økistænastuna viðvíkur.

Eisini er endamálið at geva teim,ið eru 65 ár og eldri møguleikan sjálvi at koma til orðanna og geva til kenna teirra sjónarmið um, hvussu tey kundu hugsa sær at búleikast og hvørjar tænastur teim í framtíðini eiga at standa í boðið.

Sostatt verður kanningin eitt týðandi íkast til, hvussu framtíðar arbeiðið kann skipast og hvar høvuðsdenturin hjá Økistænastuni eigur at verða lagdur.

Í ljósinum av, at fólkasamansetingin broytist, og at vit verða fleiri og fleiri eldri, vil Økistænastan kanna, um hesum vaksandi bólki av eldri tørvar onnur ella fleiri tilboð, enn tey, sum vit í dag bjóða.