Sunnudagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av Kyndil sum kappast við VÍF um at koma í fm-finaluna.
Kappingin hjá kvinnunum er farin í tvey. Í ovara bólkini kappast Kyndil og VÍF um at koma í fm-finaluna, har mótstøðuliðið verður Neistin, sum longu hevur tryggjað sær pláss í fm-finaluna. Neistin hevur 30 stig, meðan Kyndil hevur 22 stig og VÍF á triðja plássi hevur 21 stig. Í niðara bólkinum eru Stjørnan, StÍF og VB við ávikavist 9, 8 og 6 stigum.
Sostatt er ógvuliga umráðandi hjá Kyndli at vinna dystin móti Stjørnuni sunnudagin. Tað hevur ikki gingið av tí besta hjá Kyndil seinastu dystirnar. Hóskvøldið taptu tær 12-17 móti oddaliðnum Neistin.
Um stjørnunleikarnar kunnu fáa sama spæl og stríðsvilja fram sunnudagin, sum tær vístu móti Neistanum á heimavølli fyri 14 døgum síðani, so kann talan blíva um ein spennandi dyst. Trystið er á kyndlakvinnum, sum helst skulu vinna fyri at varveita møguleikan at koma í fm-finaluna.




