Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

17 sundurskræddar hønur

Orð og myndir: Oliver

Tað var støðan í høsnagarðinum hjá Hans Christian Øregaard í gjár, eftir at tríggir leysgangandi hundar høvdu gjørt um seg har.

Tað var støðan í høsnagarðinum hjá Hans Christian Øregaard í gjár, eftir at tríggir leysgangandi hundar høvdu gjørt um seg har.

Tað var kanska bara gott at eg ikki var heima, sigur ein sera harmur Hans Christian Øregaard, sum vit fingu fatur á Í bygdini Sortland á Tromsøleiðini í Noregi.

Í Noegi er HC tí hann er ein av manningini við Polar Princess ið er í Noregi og landar veiðuna. Vit hava verið til fiskiskap í Barentshavinum hendan túrin, her vit hava kvotu. Vit hava verið úti í 20 dagar og hava 855 tons av stórum, kruvdum og avhødaðum toski, sigur HC um fiskiskapin.

Ongin var inni hjá okkum, tá ræðuleikin gekk fyri seg beint uttanfyri dyrnar í høsnagarðinum. Tað var grannin, ið fekk steðga hundunum, tá hann kom aftur at húsum seint seinnapartin í gjár, sunnudagin.

Men longu tá var skaðin hendur. 17 av 20 hønum hjá mær lógu sundurskræddar í garðinum og ótangarnir vóru tríggir leysgangandi hundar.

Eg vóni bara, at hundaeigararnir venda sær til mín, tí tað einasta eg ynski, er at fáa hønur aftur í staðin.

Eg havi nevniliga gjørt nokk so nógv burturúr at fáa mær hønur. Við í arbeiðinum havi eg havt sonin hjá mær. Hønurnar eg havi eru eitt sindur serligar, tað eru sokallaðar Brahma hønur og Ortinghton hønur. Eg keypti mær eina klekimaskinu niðri frá, og hava vit sjálvir klakt ungarnar, sum vit vónaðu skuldu fara at verpa í summar ella í heyst, so høsnahaldi hjá okkum var undir uppbygging, nú hesir tríggir hundarnir hava smildrað alt.

Skaðin er hendur, so tað gerst onki um aftur har, men eg vóni bara at ábyrgdarpersónarnir seta seg í samband við meg, so eg sum sagt fáið hønur aftur í staðin, tað er tað einasta eg vil.