Julian Brandt (Leverkusen), Leon Goretzka (Schalke 04), Max Meyer (Schalke 04), Julian Weigl (Broussia Dortmund) og Leroy Sané(Schalke 04) eru millum leikararnar.
Føroyar móti ræðandi góðum týskum U21 landsliði
Tað er ein av teimum heilt stóru uppgávunum, sum bíða hjá føroyska U21 landsliðnum hóskvøldið í Týsklandi.
Týskland hevur higartil spælt 5 undankappingardystir. Liðið hevur fult stigatal og hevur málúrtøkuna 20-3. Týski venjarin Horst Hrubesch hevur úttikið hópin, har teir flestu eru kend andlit úr Bundesliguni. Tó so, so mangla nakrir av størstu profilunum vegna skaðar hendan dystin. Fleiri av týsku leikarunum vera mettir at vera millum størstu talentini í Europa. M.a. lógu fleiri á topp 20 listanum hjá Daily Mirror seinasta summar, sum tók støðið í Football Manager, sum ofta rakar væl við talentum. Leon Goretzka (nummar 4) Julian Brandt (6), Max Meyer (10). Har kann nevnast, at leikarar sum Munir El-Haddadi hjá Barcelona og Antony Martial hjá Manchester United lógu sum nummar 19 og 20 á listanum. Sí listan her. Leroy Sane og Julian Weigl finnast á einum topp 23 lista, sum Squawka hevur gjørt í februar í ár. Sí listan her. Julian Weigl spælir í løtuni á miðvøllinum í byrjunaruppstillingini hjá Borussia Dortmund, sum er eitt av sterkastu liðunum í Europa í løtuni.
Hópurin hjá Týsklandi til dystin móti Føroyum er hesin:
Málverjar: Jannik Huth (1. FSV Mainz 05), Marvin Schwäbe (VfL Osnabrück), Timon Wellenreuther (RCD Mallorca)
Verjuleikarar: Lukas Klostermann (RB Leipzig), Niklas Süle (1899 Hoffenheim), Jeremy Toljan (1899 Hoffenheim), Mitchell Weiser (Hertha BSC)
Miðvallarleikarar: Julian Brandt (Bayer 04 Leverkusen), Mahmoud Dahoud (Borussia Mönchengladbach), Yannick Gerhardt (1. FC Köln), Serge Gnabry (West Bromwich Albion), Leon Goretzka (FC Schalke 04), Janik Haberer (VfL Bochum), Max Meyer (FC Schalke 04), Levin Öztunali (Werder Bremen), Niklas Stark (Hertha BSC), Julian Weigl (Borussia Dortmund), Max Christiansen (FC Ingolstadt), Nadiem Amiri (1899 Hoffenheim)
Álopsleikarar: Leroy Sané (FC Schalke 04), Davie Selke (RB Leipzig)
Ikki tøkir vegna skaðar: Marc Stendera (Frankfurt), Maximilian Arnold (Wolfsburg), Joshua Kimmich (Bayern), Timo Werner (Stuttgart)
Dysturin millum Týskland og Føroyar verður leiktur hóskvøldið kl. 19.00 og verður vístur á týsku Eurosport 1.




