Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað ræður um at hugsa seg um

Oliver Joensen

 Eisini áðrenn ein fer inn at handla. Tað mátti eitt viðskiftafólk hjá FK á Varpinum, sanna í dag. Tí tá viðkomandi kom út aftur úr FK, var bilurin horvin. Hann hevði trilla spakuliga oman ímóti kajkantinum og stóð til alla lukku fastur í grótkastinum uttanfyri betonggarðin á Varpinum. Tað var í veruleikanum um eitt hár gjørt, at bilurin fór út á sjógv.

Skjótt var kranabilur á staðnum og tók bilin uppaftur. Bilurin sýntist ikki at hava fingið nakran serligan skaða og kundi koyra avstað eftir hendingina. – Men tað ræður um at hugsa seg um.