Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bach á skránni hjá Kamarkórinum

Danial Viðoy

Í samband við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands á konsertferð, verður sungið dúgliga í hesum døgum. Tvær konsertir nú um vikuskiftið.

Tíðindaskriv – Tórshavnar Kamarkór:

Í samband við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands á konsertferð, verður sungið dúgliga í hesum døgum.

Kórið fer tí at hava tvær konsertir nú um vikuskiftið. Tann fyrra verður í Sandavágs kirkju leygardagin kl. 17 og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini sunnudagin kl. 17.

Skráin er væl blandað, og eitt av verkunum, ið kórið fer at framføra, er Komm, Jesu komm, eftir Bach, ið verður framført saman við strúkarum. Annars býður skráin upp á heilt fitt av nýggjum føroyskum tónleiki, umframt nakað av eldri føroyskum, norðurlendskum og okkurt klassiskt hevur eisini fingið rúm í skránni.

Kórið er samansett av 31 sangarum og kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Konsertin leygardagin í Sandavági er ókeypis, meðan konsertin í Læraraskúlanum sunnudagin kostar 100 kr.