Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðssøla við FRITS-málningum

Danial Viðoy

Hóskvøldið 21. apríl kl. 19:30 verður forvitnislig uppboðssøla í Reinsaríinum, har hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, Sprotin fer at geva út.

Tíðindaskriv frá Sprotanum:

Hóskvøldið 21. apríl kl. 19:30 verður forvitnislig uppboðssøla í Reinsaríinum, har hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, Sprotin fer at geva út.

Í vetur fór tað ígjøgnum SvF út um allar geilar, at Frits Johannesen av sínum eintingum hevði ognað forlagnum Sprotanum fleiri málningar.

Hann gjørdi tað, tí at hann helt arbeiðið hjá Sprotanum vera eina kollvelting, sum átti at fáa eina viðurkenning. Hann vildi sýna sítt takksemi fyri alt hetta og geva Sprotanum nakrar málningar at umseta til pening, sum skuldi vera við at fíggja arbeiðið í framtíðini.

Tað man vera eindømi í heiminum.

Vit á Sprotanum vóru eyðvitað bæði fegin, ovfarin og eyðmjúk – og ráðaleys, tí hvat skuldu vit gera við henda stóra fongin?

Nú eru fleiri mánaðir umlidnir, og meiningarnar hava rikist aftur og fram, men nú er løtan at gera bart, og vit fara at selja málningarnar á uppboði.

Uppboðssølan verður hóskvøldið 21. apríl kl. 19.30 í Reinsaríinum í Havn.

Vit hava einmælt samtykt, at hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, vit fara at geva út.

Á tann hátt fær myndlistamaðurin Frits Johannesen sett gong á eina stórfingna ringrás. Hansara myndir fara at skapa fleiri føroyskar myndir. Fyri hvørja selda mynd fer hann at seta fleiri myndlistafólk í sving við at skapa fleiri myndir.

Um nøkur ár verður hetta tiltak søguligt og umrøtt sum serstakt, og tá fara myndirnar at hava sítt serliga virði. “Henda myndin hjá Frits var ein av teimum, hann málaði til uppboðssøluna hjá Sprotanum í 2016!”

Vit ætla at gera okkara allarbesta til, at løtan verður hugnalig.

Vit hava fingið tveir tiltiknar uppboðssøluhaldarar – Torbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, sum ætlandi fara at kappast um at fáa sum mest burturúr.

Onkur røða og tónleikur verður eyðvitað, og og okkurt leskiligt fæst sjálvandi afturvið.