Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búmerkið hjá Viðareiðis skúla avdúkað

Danial Viðoy

Í morgun bjóðaði Viðareiðis kommuna borgarunum til góðan morgunmat í sambandi við, at búmerkið fyri Viðareiðis skúla varð avdúkað. Búmerkið varð avdúkað í miðhøll skúlans í morgun kl. 10.00 og væl av fólki var til avdúkingina.

Tíðindaskriv:

Í morgun bjóðaði Viðareiðis kommuna borgarunum til góðan morgunmat í sambandi við, at búmerkið fyri Viðareiðis skúla varð avdúkað. Búmerkið varð avdúkað í miðhøll skúlans í morgun kl. 10.00 og væl av fólki var til avdúkingina, skrivar heimasíðan vidareidi.vev.fo

1., 2. og 3. virðisløn vóru latnar. Thurid Brend vann 2. virðisløn, og tað var Eyðun Eliasen arkitektur og sniðgevi, sum vann búmerkjakappingina og tískil fekk 1. virðisløn. Búmerkið er einfalt og greitt, og tó rúmar tað innihaldinum, sum ímyndar Viðareiðis skúla, skúlans virksemi og umhvørvið, sum skúlin sprettir úr.

Skúlastýrið fyri Viðareiðis skúla útskrivaði búmerkjakappingina fyrr í vár. Ein dómsnevnd hevur tilmælt trý av innkomnu uppskotunum, og skúlastýrið fylgdi tilmælinum frá dómsnevndini.

Fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá viðingum her