Hvar er trúvirðið hjá KVF ? Hvat sigur stýrið fyri KVF ?
Hvar er trúvirðið hjá KVF ? Hvat sigur stýrið fyri KVF ?
Hóskvøldið 21. apríl 2016 kunngjørdi Kringvarp Føroya úrslit av kanning, sum tey og Miðlahúsið hava tikið stig til.
532 fólk spurd og gjørdist tann stóra yvirskriftin, sum fór inn í hvørja stovu í landinum, at : “64 % av føroyingum eru fyri borgarligari vígslu av samkyndum”og á KVF portalinum, at “Tveir triðingar av føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu giftast borgarliga”. Tá so hugsað verður um, hvussu spurningarnir vóru orðaðir, (“Tekur tú undir við, at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, tvs. ikki í kirkju.”)so kann ein ikki koma til aðrar niðurstøðu, enn, at talan er um grova manipulation við spurningunum, til tess at framprovokerað eitt svar, sum man frammanundan hevði sett sum fasitt! Tí hevur slíkur tíðindaflutningur ONKI objektivt tíðindavirði og er beinleiðis villleiðandi – tilvitað ella ei! Hvat er tað sum ger, at hesin miðil tekur sær rætt til slíkt – og í “síðstu løtu”, áðrenn málið kemur til atkvøðugreiðslu, billar føroyingum slíkt inn?? Hvar er tann fakligi stoltleikin hjá avvarðandi tíðindabryggjarum blivin av? Hvussu samsvarar slíkur tíðindaflutningur § 10 í lógini um Kringvarp, har sagt verður m.a., at “Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á ….sakliga og óhefta upplýsing..”. Hvussu samsvarar hetta við góðan fjølmiðlasið ? Hvussu saklig og óheft vóru nevndu tíðindi, kann ein loyva sær at spyrja?
Hetta málið slóðar fyri vígslu innan kirkjugátt – tað veit KVF eisini uttan iva. Tað hevur tað gjørt í Danmark, Grønlandi, Norra v.fl – hví so ikki í Føroyum?
Hví var spurningurin so ikki orðaður nakað soleiðis: ”tekur tú undir við, 1) at broytingar í hjúnarbandslógini verða framdar, sum slóða fyri kirkjuligari vígslu ? 2) ella tekur tú heldur undir við skrásettum parlagi?”
Taktiskur leikur
At KVF nú, bert fáa dagar áðrenn atkvøðugreiðsluna í tinginum, kemur við slíkum tíðindum, kemur als ikki óvart á. Havi faktiskt sitið og bíðað eftir hesum, tí taktiski leikurin hjá hesum “óhefta” stovni tykist mær í øðrum føri eisini at hava verið júst tann sami, at hava ein selektivan tíðindaflutning, sum ávirkar, stuðlar uppundir og fremur tað, sum oddafiskarnir í KVF sjálvir meta politiskt korrekt!! At hesin tíðindaflutningur samstundis tykist óálítandi og villleiðandi, tað hevur als einki at siga, um meginreglan er, at “ málið halgar mátan”. Í hvussu so er: sera væl teimað!
Spell at trúvirði hjá hesum stovni á hendan hátt enn einaferð far eitt skot fyri bógvin. Ein stovnur,sum annars hevur stóran týdning í føroyska samfelagnum og hvørs starvsfólk hava prógva sín førleika við mongum dygdargóðum sendingum.
Men, sum sagt : “eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið”.
Tað kundi verið áhugavert at hoyrt hvørja støðu stýrið fyri KVF hevur til slíkan tíðindaflutning.? Tí verður hetta skriv eisini sent Stýrinum fyri KVF.
Fólkið má tala.
Eg tori at pástanda, at ein stórur meiriluti av fólkinum er í móti at broyta hjúnarbandslógina,soleiðis, at henda slóðar fyri kirkjuligari vígslu(sum hetta uppskotið ger) men sanni samstundis, at tað er ein pástandur frá mínari síðu. Tað einasta, sum í roynd og veru kann og eigur at avgera støðu føroyinga í hesum máli, er ein fólkaatkvøða – og ikki eitt postulat ella ein yvirskrift hjá KVF!
Onki mál er so nógv í andsøgn við aldargomul siðvenju føroyinga, sum hetta uppskot, soleiðis,sum tað í dag er orðað! Tí eigur tað ikki at verða framt við einum minst møguligum meiriluta á Føroya løgtingi. Her eigur fólkið við fólkaatkvøðu at fáa loyvi til at tala. So fær meirilutin tað, hann vil hava – og fólkaræði hevur staðið sína roynd.
Eiði, tann 23. apríl 2016
Tordur J. Niclasen




