Stórt fráfall kostaði NSÍ helst stig í dag.
Stórt fráfall kostaði NSÍ helst stig í dag.
At NSÍ í hesum døgum manglar nógvar leikarar ger, at nógvir nýggir leikarar hava spælt sínar fyrstu minuttir í bestu deildini.
Símun Rógvi Hansen, Andras Frederiksberg, Haraldur Højgaard, Jónleif Højgaard, Nicolaj Kølert, Jann Martin Mortensen, Jannik M. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen og Einar Tróndargjógv. Hetta vóru leikararnir, sum NSÍ mátti klára seg uttan í dag móti TB. Andras og Haraldur eru langtíðarskaddir, meðan Jannik er nýggjur í hópinum, men allir hinir seks leikararnir eru royndir og høvdu helst allir verið tætt uppá einari liðuppstilling undir vanligum umstøðum.
Fimm ungir lokalir NSÍ leikarar hava longu fingið sínar fyrstu minuttir nakrantíð á besta liðnum hjá NSÍ í ár, nú 7 umfør eru leikt. Talan er um Karsten Hansen, Aron Knudsen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen og Jannik M. Olsen. Afturat hesum koma tveir uppruna B68 leikarar, Jann Benjaminsen og Andri Benjaminsen, sum eru ávikavist 19 og 17 ára gamlir og sum tey seinastu árini hava spælt við NSÍ. Harafturat kann nevnast, at Petur Knudsen fyrr í ár fyri fyrstu ferð byrjaði inni ein dyst í bestu deildini. Sostatt eru nógvir leikarar, sum hava fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum og fleiri sínar fyrstu dystir frá byrjan. 8 av teimum 14 leikarunum, sum spældu hjá NSÍ í dag móti TB, vóru yngri enn 20 ár.
NSÍ kann sostatt rósa sær av, at hava givið nógvum leikarum sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í ár, men helst hevur stóra fráfallið eisini havt sína ávirkan á, at liðið tapti í Trongisvági móti TB. Tí av teimum 11 í uppstillingini høvdu seks av teimum nærum ongar royndir í Effodeildini og uttan slíkar royndir er ein útidystur móti TB rættuliga trupul. Í steypakappingini slapp NSÍ tó við skrekkinum á sama vølli, men í dag gekk ikki, á TB vísti seg at vera ov sterkt fyri eitt nýtt, ungt og nógv skert NSÍ lið.




