Fyri fyrstu ferð síðan post-rutuna við postbátinum, verður Norður-Eysturoy og Norðoyggjar knýttar saman við báti – túrurin millum Klaksvík og Gjógv fer at taka uml. hálvur tíma.
Eisini verða aðrir túrar gjørdi, fleiri dagar um vikuna, alt summarið, til støð ið hava verið torfør at koma til, tí so fáa hava bjóða henda møguleikan út.
Hetta eru túrar vit fara at gera:
Klaksvík – Enniberg/Kópakonuna, 3 dagar um vikuna
Gjógv – Risan og kellingina, 3 dagar um vikuna
Sørvági til Bøsdalafoss ella norður á Víkar, 2 dagar um vikuna
Dagstúrar verða eisini gjørdir í summar, har møguleiki verður at tekna seg til, t.d. at sigla allar norðaru oyggjarnar, við steðgi á hvørjari oyggj, lomvigabringa til matna og oyggjarframvísing.
Siglingin verður gjørd við bátum, ið kunnu sigla skjótt, og fyri at órógva djóralívið minst møguligt, hava vit valt bátar og motorar, ið eru í millum teir friðarligastu í Føroyum.
Vit hava í dag 28 apríl lagt eina nýggja heimasíðu út, ið lýsir allar okkara túrar.
Heimasíðan er á enskum, so útlendsk ferðafólk eisini kunnu skilja hana.
Á heimasíðuni er ein stutt lýsing við myndir av túrunum, og eisini er møguleiki fyri at booka túrarnar á heimasíðuni.
Eisini er møguleiki at keypa okkara túrarnar á fleiri støðum í Føroyum, ið arbeiða við ferðavinnu-upplivingum, kunningarstovum og á matstovum
Vinarliga




