Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rebekka vann Flaggdagin fyri sættu ferð á rað

John William Joensen

Sum so ofta áður seinnu árini, so vóru tað rennarar úr Treysti í vunnu árligu Flaggdagsrenningina í Havn. Hjá kvinnunum varð tað Rebekka Fuglø, sum vann fyri sættu ferð á rað. 

Hon legði seg á odda beinanvegin, og nærmasti kappingarneyti hjá henni var blaðunga Maria Biskopstø (13 ár) úr Treysti, sum eisini longu hevur runnið fleiri Flaggdagsrenningar við børnum, men nú rann við teimum vaksnu á fysta sinni.

Rebekka, sum vann við tíðini 26.09 min., økti spakuliga munin aftur til Mariu, sum kortini rann sera væl og gjørdist nummar tvey við 26.32 min. 

Á triðjaplássi kom veterankvinnan Rigmor N. Arge úr Hvirluni við 28.21 min. men á fjóðraplássið kom unga Treystadáman Oddvør Josephsen (15 ár) við tíðini 29.44 min.

Teinurin er knappar 7 kilometrar og verður runnið 2 ferðir frá Kongabrúnni og nakað út um Boðanesheimið.

88 kvinnur luttóku.

Øll úrlitini hjá kvinnunum síggjast her: Flaggdagsrenning kvinnur 2016