Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt 28. apríl røðu á ráðstevnu hjá KRIS…
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt 28. apríl røðu á ráðstevnu hjá KRIS:
Fari at takka Kris við forkvinnuni Beinta Petersen og nevndini…. fyri at eg bleiv bjóða til hesa ráðstevnuna hjá KRIS og at enda hana. Havi við áhuga sitið her í dag og lurta eftir tykkum, sum hava greitt frá.
KRIS bleiv stovnað í 2000 í Klaksvík, sum ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur. Endamálið var at hjálpa og stuðla ungum og vaksnum, sum høvdu verið útsett fyri kynsligum ágangi, og at upplýsa um kynsligan ágang og at fyribyrjgja hesum. Stovnanin/ella byrjanin fór fram í Kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík, har læknin og fyrilestrarhaldarin Vibeka Møller kom heim til Føroyar eftir áheitan frá Gvøðbjørg West, sum metti, at eitt ella annað mátti gerast fyri hesi fólkini, sum vóru útsett fyri kynsligum ágangi.
Eg var í barsilsfarloyviloyvi frá politinum tá, men táverandi kriminalkommiserur Uni Vestureið, ringdi til mín og spurdi um eg hevði áhuga at fara á hetta skeiðið. Eg játtaði, og skeiðið vardi í nakrar dagar. Har vóru nógv fólk møtt frá ymsum áhugabólkum ella fakbólkum. Har vóru umboð fyri heilsuverki, ítróttin, løgregluna , samkomur og o.o.
Skeiðið var avbjóðandi fyri tey sum luttóku. Minnist, hvussu ógvusligt tað var at hoyra, hvussu óskyldug og verjuleys børn vóru útsett fyri kynsligum ágangi. Tað ávirkaði meg nógv og var í veruleikanum ræðuligt at hoyra. Men hetta var tann beiski og kyniski sannleiki, og er tað enn í dag tíverri. Vit mugu ikki lata eygu og oyra aftur fyri hesum og hyggja burtur. Hetta er veruleikin innanfyri allar samfelagsbólkar, sum vit øll eiga at taka hond um.
Tá henda Ráðstevnan í kirkjukjallaranum var at enda komin, fór Gvøðbjørg saman við øðrum eldsálum í gongd við at byrja arbeiðið hjá KRIS.
KRIS í Føroyum hevur ígjøgnum árini ment seg við uppgávunum og hevur skapað virðing rundanum um seg.
KRIS hevur gingið høgt uppí at vera íklødd til avbjóðingarnar ella uppgávurnar, sum tey hava staðið fyri. Tey, sum arbeiða hjá KRIS, eru væl fyri at hjálpa fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Fleiri teirra hava útbúgvingar, sum tey hava tikið í útlondinum við tí fyri eyga at hjálpa fólki við seinárini orsakað av kynsligum ágangi.
KRIS er á fíggjarlógini í dag. Ikki heilt tann stóra játtanin, men allur bati bøtir og tað ger góðan mun. Hugsi um hvussu nógv tað hevur at siga, at vit hava sjálbodnar/frívilligar felagsskapir. Hvussu nógv tey hjálpa til í samfelagnum, og ikki minst, hvussu sera stórar upphæddir tey spara samfelganum fyri.
Tað hevur mangan verið hugaligt at hoyrt í KVF/ÚF, tá greitt hevur verið frá fólki, sum hava fingið hjálp frá KRIS. Hesi sum vóru langt niðri sálarliga, sálin var í knúsi og sjálvsvirði lágt. Hugaligt at hoyra um stóru broytingina eftir, at hesi høvdu fingið hjálp frá KRIS.
Tað, sum týddi mest hjá teimum var og er, at tey verða møtt, har sum tey eru. Hetta sum tey í áravís hava longst eftir. Og ikki fyrr enn tey eru møtt har sum tey eru, er møguleiki fyri at hjálpa/vera í stand til at móttaka hjálp, og soleiðis koma á rætt kjøl aftur.
Hesi, sum ikki trúði uppá, at tey kundu gjøgnumføra eina útbúgving, men hava síðani fingið- ella fáa sær útbúgvingar innan flest yrki- heilsu, handverkarar og akademikarar. So hetta eru veruligani nakrar sólskinssøgur.
Tað hevur sera stóran týdning fyri eitthvørt samfelag at hava eldsálir, sum eru til reiðar at berjast fyri síni søk og eru vágafús at brúka tíð og orku uppá nakað, sum tey brenna fyri. Hesi eru við til at koyra samfelagið frameftir og eru við til at flyta myndugleikar. KRIS er eitt gott dømi uppá hetta.
Nú standa vit her í dag í Norðulandahúsinum 16 ár seinni í 2016 og ljós er varpað á nógv viðurskiftir. Hvat framtíðin hevur at bjóða, kunnu vit hava okkara tankar um, men vit erumunandi betri fyri ídag, enn í 2000 at hjálpa teimum, sum hava verið útsett fyri kynsligum ágangi. Vónandi fer tað ikki at mangla vælvilji frá tí almenna.
Fyrilestrarnir, sum hava verið í dag hava verið spennandi og áhugaverdir og hava verið við til at opna eygu okkara fyri hesum stóra trupulleika. Vónandi koma tey, sum hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og teirra avvarðandi at fáa gagn av ráðstevnuni.
Alt, sum hevur verið frammi í dag snýr seg í botn og grund um tey í síðsta enda. Tá vit tosa um kynsliga ágang, so snýr tað seg ikki um einstaklingar, men um heilar familjur, tí øll familjan, øll tey nærmastu blíva ávirkaði. Tað setur síni djúpu spor.
Enn einaferð KRIS …. Takk fyri at eg var bjóða til hesa sera áhugaverdu ráðstevnu, sum hevur givið mær nógv, og eisini nógv at hugsa um, og eg fari at ynskja tykkum alt tað besta framyvir og Harrans signing.




