Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johanne Schmidt-Nielsen leggur frá sær

Helgi Abrahamsen

Danski eindarlistin hevur boðað til tíðindafund klokkan 11 í morgun (danska tíð), og sambært TV2 eru boðini, at framsøgukvinnan, Johanne Schmidt-Nielsen leggur frá sær sum fremsta talsfólk í flokkinum.

Eindarlistin hevur eina skipan sum ger, at fólkatingslimirnir kunnu ikki stilla upp, um teir hava sitið í fólkatinginum í sjey ár, og hevði seinasta fólkatingsval verið útskrivað nakrar fáar vikur seinni, hevði Johanne Schmidt-Nielsen ikki kunna stillað upp. Tí er tað ikki heilt óvantað, at hon nú leggur frá sær.

Eingin kann kalla seg formann fyri Eindarlistan, tí flokkurin hevur kollektiva leiðslu, men síðani 2009 hevur flokkurin havt skipanina við einum politiskum framsøgufólki og Johanne Schmidt-Nielsen er tann fyrsta sum hevur sitið í tí sessinum.

Pernille Skipper er einasta valevni til at taka við eftir Johanne Schmidt-Nielsen.