Í gjár skrivaðu vit, at landskassin fekk 144,4 mió. krónur inn í skatti í apríl í ár, móti 121,5 mió. krónum í fjør og 113,8 mió. krónum árið fyri. Tølini høvdu vit av heimasíðuni hjá Gjaldstovuni, men í morgun eru tølini broytt. Nú skrivar Gjaldstovan, at skattainntøkurnar hjá landskassanum í apríl í ár vóru 122,5 mió. krónur.
Sum talvan vísir, so er framgongdin í skattainntøkum landskassans frá 2014 til 2015 steðgað í 2016.




