Metingar: Lutakastið gjørdi, at tveyav núverandi topp 4 liðunum heilt vist rúka út úrsteypakappingini sunnudagin.
Leygardagin og sunnudagin verafjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Oglutakastið í ár gjørdi, at fleiri av dystunum ífjórðingsfinaluni helst vera á pappírinum størri enn onkur avhálvfinalunum. Tí í Sarpugerði møtast nummar 1 og 4 ílandskappingini, Víkingur og HB, meðan nummar 2 og 3, KÍ og B36,møtast við Djúpumýru. Niðanfyri verður mett um tær fýrafjórðingsfinalurnar.
Giza Hoyvík-Skála
Ein áhugaverdur dystur og helst eittlutakast, sum bæði liðini vóru væl nøgd við. Giza Hoyvíkhevur prógvað móti B68, at tað eru dygdir á liðnum og flestuleikararnir hava spælt dystir í bestu deildini. Tí vita teir, hvatkrevst og harafturat er heimavøllurin ein fyrimunur fyriGiza Hoyvík. Skála er hinvegin rættuliga komið fyri seg seinastutíðina í Effodeildini, og nú er gongd komin á málskjótingna.Nú tykist liðið knappliga at hava tyngd í álopspartinum, harÁlvur Christiansen, Jonhard Frederiksberg og Jákup Johansen erueffektivir. Tað verður ikki nakar avgreiðluspurningur, men Skálaer helst betri ført fyri at vinna á 1.deildarliðnum enn B68 var.Tipping: 2 (1-3)
NSÍ-EB/Streymur
NSÍ fekk helst á pappírinum bestalutakastið av liðunum, sum spæla í Effodeildini. Men spurninguriner, um tað verður so lætt hjá runavíkingum? NSÍ er ikki alt ovvæl fyri í løtuni, meðan EB/Streymur er oddalið í 1.deild. Ápappírinum er EB/Streymur á manningarsíðuni helst eitt betri liðenn tað liðið, sum flutti niður í fjør. Men hinvegin hevurliðið spælt á lægri støði nú og leikferðin í 1.deild kannikki samanberast við Effodeildina. Hetta er ársins størsti dysturhjá EB/Streymi, og tí verður tað uttan iva eitt sera uppsett lið,sum NSÍ møtir. Men munurin eigur at vera ov stórur til atEB/Streymur klárar tað, serliga tá talan er um dyst við Løkin.NSÍ fær tó harða mótstøðu. Tipping: 1 (2-1)
Víkingur-HB
Víkingur kann ikki tosa seg burturúrat vera favorittur hendan dystin, tí umframt at Víkingur ersteypaliðið framum nakað annað lið seinastu árini, so er liðiðeisini á odda í løtuni í Effodeildini. Harafturat hevur Víkingurhavt gott tak á HB á heimavølli seinastu árini. HB eigur tó atvera sera uppsett eftir at koma langt í steypakappingini í ár, tíliðið hevur ikki vunnið hesa kappingina síðani 2004. Víkingurer tó ikki so stórur favorittur, at HB einki kann gera. Liðinihava spælt í Gundadali fyrr í ár, og tá hevði HB gott tak ástórum parti av dystinum. HB hevur tapt tveir dystir á rað ílandskappingini, so helst síggja vit eitt sera uppsett lið, sumeisini vil gera enda á sigursrøðini hjá Víkingi seinastu 4árini. Tipping: 1 (2-1)
KÍ-B36
Dystur millum nummar 2 og 3 ílandskappingini og ein dystur millum tvey feløg, sum ikki hava veriðí steypafinaluni í fleiri ár. Bæði liðini hava verið væl fyrií landskappingini í longri tíð, hóast B36 tapti ein javnan dystí trupla útidystinum móti Víkingi seinast. Liðini hava spælt íKlaksvík fyrr í ár, og tá endaði tað við javnleiki 1-1 íeinum jøvnum dysti, har B36 tó lá til at vinna fram til seinastuløtu, tá mistak frá Tórði Thomsen gav KÍ eina stigið. Sumskilst verður tað Trygvi Askham, sum stendur í mál hjá B36 ísteypakappingini í ár. Hann vardi málið í fyrsta steypadystinumá Argjum. Bæði liðini eru nakað skerd til dystin, men flestu avtýdningarmiklastu leikarunum seinastu tíðina spæla helst. KÍhevur fyrimunin av heimavøllinum, men í Klaksvík hevur hettasjáldan verið nakar fyrimunur, tá mótstøðuliðið hevur veriðB36. Helst verður talan um sera tættan dyst millum tvey lið ígóðum formi, sum kann fara út í longda leiktíð og enntábrotssparkskapping, áðrenn hann verður avgjørdur. Verður hann avgjørdur áðrenn, so kann hann fara báðar vegir. Tipping: X(1-1)




