Hagtøl: Seinastu tríggjar ferðirnar hevur Skála fingið fulla úrtøku á heimavølli móti KÍ.
Hóskvøldið kl. 18.00 tekur Skála ímóti KÍ á Skála. Júst á hesum vøllinum hevur KÍ mangan havt tað trupult og vit skulku bara eitt ár aftur fyri at finna seint, har KÍ misti stig, tá EB/Streymur brúkti heimavøllin á Skála og kom frá 1-4 uppá 4-4. Skála hevur fulla úrtøku móti kÍ seinastu tríggjar ferðirnar liðini hava spælt. Samanlagt hevur Skála eisini munin á KÍ, men KÍ hevur tó roynt at vunnið á Skála nakrar ferðir. Seinast í 2007, tá Kristian á Lakjuni tryggjaði KÍ øll stigini í einum 1-0 sigri.
2014: Skála-KÍ 2-0
2008: Skála-KÍ 2-1 og Skála-KÍ 1-0
2007: Skála-KÍ 1-0 og Skála-KÍ 0-1
2006: Skála-KÍ 1-1
2005: Skála-KÍ 4-0
2004: Skála-KÍ 1-2
2003: Skála-KÍ 0-2
2002: Skála-KÍ 2-2
Dystir: 10
Skála vunnið: 5
Javnleikur: 2
KÍ vunnið: 3




