Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ stjól sigurin í síðstu løtu

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn: Ikki var tað pent og ikki var tað leikliga uppiborið, men KÍ fekk í síðstu løtu ein ótrúliga týðandi sigur á Skála.

Nakrar broytingar vóru á KÍ liðnum í kvøld. Ahmed Mujdragic og Hjalgrím Elttør vóru ikki við frá byrjan, meðan David Langaard spældi í miðverjuni, Niels Pauli Danielsen á høgra vongi og Heðin Klakstein á vinstra vongi. Skála spældi sum væntað, har Jónhard Frederiksberg var í álopinum.

Altíð trupult hjá KÍ á Skála

Undan dystinum legði Norðlýsið m.a. upp til, at KÍ fór at fáa tað trupult á Skála í kvøld. Fyrst og fremst tí, at so fáir dagar vóru síðani tann sera krevjandi steypadystin móti B36, men eisini vegna heimavøllin og formin hjá Skála, sum eisini hevði longri hvíld. Um tað var hetta sum spældi inn skal vera ósagt, men tað var ikki eitt serliga væl upplagt KÍ lið, sum spældi hendan dystin. Spælið hekk illa saman størsta partin av dystinum og í nærdystinum legði Skála kanska meir fyri. Í fyrra hálvleiki fekk KÍ fyrsta stóra møguleikan, tá Jonas F. Rasmussen skallaði innlegg frá Jóannes Bjartalíð á yvirleggjaran. Skála fekk hinar báðar stóru møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men hvørki Álvur F. Christiansen ella Jónhard Frederiksberg fingu mál uppá sínar opnu møguleikar. Hálvleiksstøðan var 0-0, men í stórum mál møguleikum var tað 2-1 til Skála.

Burdu verið nøgdir við 1 stig – fingu 3

Í hálvleikinum merktu bæði liðini til tøttu leikskránna, tí tveir av eldru leikarunum, Súni Olsen hjá KÍ og Pauli G. Hansen hjá Skála, máttu lata seg skifta út. Hjá KÍ komu Hjalgrím Elttør og Tórur Justesen inn fyri Súna Olsen og Niels Paula Danielsen. Í seinna hálvleiki var lítið av góðum fótbóltsspæli at síggja. Dysturin var sum heild javnur, men kanska átti Skála munin samanlagt í spæli og teir virkaði til at hava størri orku. Størsta møguleikan fekk Skála, tá bólturin endaði á yvirleggjaranum. Bæði liðini høvdu aðrar skot royndir, men ikki teir heilt stóru møguleikarnar. Dysturin sá fram til 89. minutt út til at enda 0-0, og tað høvdu teir í KÍ kanska verið betri nøgdir við, tí Skála hevði fleiri størri møguleikar og til tíðir yvirvág fram til hetta.

Men í síðsta minutti fekk KÍ einasta málið í dystinum. Eitt sindur tilvildarligt eftir innkast støðu bleiv Hjalgrím Elttør púra leysur, og tað sá út sum, at hann fór at skora sítt mál nummar 100, men hann bleiv feldur og allir klaksvíkingar á Skála hugdu uppá dómaran Kára J. á Høvdanum, sum teir væntaðu fór at døma brotsspark. Men bólturin endaði púra tilvildarliga hjá Páll A. Klettskarð, sum setti bóltin í málið, og so var 1-0 og ein øgiligur rómur millum mongu klaksvíkingarnar á Skála. Helst gav dómarin fyrimun í støðuni, og tað var væl dømt, tí tað sá út sum klokkuklárt brotsspark, men málið var betri fyri klaksvíkingar enn eitt brotsspark.

Virðismikil stig í síðstu løtu

Hetta er aðruferð at Páll A. Klettskarð í síðstu løtu bjargar KÍ týðandi stig. Fyrst móti B36 í Klaksvík og nú á Skála. Og tað eru slík stig, ið telja nógv, tá gjørt verður upp í oktober. KÍ er nú eisini ført fyri at vinna á døgum, har tað kanska ikki er so uppiborið og hetta eyðkennir topplið. Tá tað er so tætt millum dystirnar sum tað er og hevur verið í eina tíð, so er eisini nærum ómøguligt at avrika optimalt hvørja ferð. Til tað strekkja kreftirnar ikki, og tað síggja vit hjá øllum liðum. Skaðarnir hópa seg eisini upp í flestu feløgunum og FSF og feløgini mugu spyrja seg sjálvi, um hetta er so skilagott? Tí føroysk lið eru ikki von við at spæla so nógvar dystir uppá so stutta tíð. Og fyri liðini í steypakappingini heldur tætta skráin fram heilt fram til summarsteðgin við undantaki av, tá venjingardysturin hjá A-landsliðnum er. Skála vísti aftur í kvøld, at liðið hevur dygdir, og tað mundi kennast súrt hjá heimaliðnum at standa eftir við ongum ein slíkan dyst. KÍ hevur 20 stig fyri fyrstu 10 umførini og so nógv stig hevur KÍ ongantíð havt fyri fyrstu 10 umførini síðani 1999. KÍ liggur framvegis á 2. plássi, men nú er tað bara málúrtøkan, sum skilir KÍ frá 1. plássinum. Bara 2 stig eru frá nummar 1 og niður til nummar 5, so kappingin í Effodeildini er so jøvn í løtuni, at nummar 1 uppá eitt umfar kann detta niður á 5. pláss. Mánadagin er KÍ partur av einasta dystinum í hesum topp 5 stríðnum, tá HB vitjar í Klaksvík.

Harleywoodpaint