Karl-Kristian Kruse, landsstýrismaður í Grønlandi við fiskivinnumálum, veiðumálum og landbúnaðarmálum, hevur valt at leggja frá sær.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, boðaði frá, tá fundur byrjaði í Landstinginum í dag, at landsstýrismaðurin eftir egnum ynski hevur biðið um at verða loystur úr starvi.
“Karl-Kristian Kruse hevur biðið um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður, tí hann vil aftur verða veiðumaður, og eg góðtaki umsóknini og takki honum fyri hansara arbeiði sum landsstýrismaður,” segði Kim Kielsen.
Nýggjur landsstýrismaður verður Nikolaj Jeremiassen, sum eins og undanmaðurin er úr flokkinum Siumut.
Karl-Kristian Kruse verður nú limur í Landstinginum.




