Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis var telefonsambandið fyri 50 árum síðani

Helgi Abrahamsen

Fyri stuttari tíð síðani fingur vit meira ferð á fartelefonirnar, men ikki hevur telefonsambandið altíð gingið skjótt.

Tann 27. mai 1966 (altso fyri júst 50 árum síðani) stóð henda greinin í Norðlýsinum:

Telefonsambandið undir allan kritikk

Samstundis sum útviklingurin setur størri og størri krøv til telefonina, versnar hon so stórliga, at tað nú er mest sum eitt held at fáa eitt forbindilsi úr Klaksvík og suðureftir. Í langar tíðir er einki samband og tey sum í dagliga virki sínum eru tvungin at brúka telefonina bæði til Havnar og útlandið, eru nú troytt av at hoyra sama niðurlagið: Sambandið við Havnina er avbrotið. Onnur mega bíða til tey einaferð sleppa ígjøgnum, men tá eru skrivstovurnar sum regul afturlatnar. Ei dáni í um fólk eru líkasæl um snarferðir, flogferðir og allar nútíðar snaru hentleikar, tá ið tað elendiga telefonsambandið forðar teimum í at fáa nakra gleði í øllum hesum.

Telefonin er blivin eitt satt haft um beinini á útviklinginum, í hvussu er uttanfyri Havnina. Á hvørjum ári verða nýggjar milliónir pumpaðar inn í hesa botnleysu hítina, men bygdirnar hava framvegis lítið frægari samband enn tá teir glaðaðu bygdanna millum.

Hetta kann aldrin fara at bera til longur. Skjótt og álítandi telefonsamband er ein treyt fyri samfelagið í dag á øllum økjum og tá ið telefonverkið heldur so fast um sítt monopol, má tað eisini vita, at monopolið hevur ikki bara rættindi, men eisini pliktir.

Blaðstjóri á Norðlýsinum í 1966 var J. Símun Hansen.