Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar fingið nýggja nevnd

Tíðindaskriv

Tryggingarfelagið Føroyar hevur í dag havt eykaaðalfund. Á skrá var val av nevndarlimum. Í nevndina komu Karl Birgir Isaksen og Lars Bonde. Úr nevndini fóru Gunnar í Liða og Jákup Egholm Hansen.

Karl Birgir Isaksen er nevndarlimur í TF Holding, stjóri og eigari í KBI.

Lars Bonde er samtaksstjóri hjá Tryg og stjóri fyri Tryg í Danmark.

Í nevndini sita hesir nevndarlimir:

Ingeborg Godtfred, Karl Birgir Isaksen, Lars Bonde, Ingunn Eiriksdóttir og Teitur Samuelsen, sum eru aðalfundarvald og John Eystberg, Selinda í Heiðunum og Sonni L. Petersen, sum eru starvsfólkavald.

Nevndin skipar seg í næstum.