Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ í oddastríðnum: Spæla toppdyst á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Tað hevur ikki verið vanligt sein-astu árini, at KÍ spælir toppdyst so seint sum í 13. umfari, men tað hendur á Norðoyastevnu í ár. Vinnur KÍ dystin, so leggur liðið seg einsamalt á odda í Effodeildini.

Sunnudagin spælir KÍ sín 13. landskappingardyst í Effodeildini í ár. Talan er samstundis um Norðoyastevnudyst og toppdyst, nú NSÍ vitjar. Hinir dystirnir í 13. umfarinum eru leiktir og undan dystinum liggur KÍ á 2. plássi, meðan NSÍ liggur á 4. plássi. Hjá báðum liðunum er greitt, at tey við sigri flyta seg longur upp á stigatalvuna. KÍ vil við sigri leggja seg einsamalt á odda, meðan NSÍ við sigri leggur seg á 2. plássið, bara 1 stig aftanfyri oddaliðið Víking. Niðanfyri verður mett um, hvat talar fyri at antin KÍ ella NSÍ vinnur toppdystin á Norðoyastevnu.


Hetta talar fyri KÍ sigri:

KÍ er inni í einari góðari røð av úrslitum. Liðið hevur ikki tapt síðani 20. mars í bæði lands- og steypakappingini. Og serliga hevur verjuparturin verið sannførandi, har bara 5 mál eru farin inn í 12 dystum hesa tíðina. Eitt er, at góði formurin talar fyri einum KÍ sigri, men tað ger seinasti innanhýsis dysturin millum liðini eisini. Tá vann KÍ ikki minni enn 4-1 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, hóast NSÍ spældi við einum leikara í yvirtali seinasta hálva tíman. Í hesum dystinum var greiður munur á liðunum, har KÍ royndi seg við 3-4-3 leikskipanini, sum NSÍ eisini brúkar. KÍ hevur vanliga trupulleikar, tá Norðoyastevna ella Summar Festivalur er, men spurningurin er, um hetta ikki er við at broytast. Tí í fjør tapti KÍ hvørki á Norðoyastevnu ella á Summar Festivalinum. Á Summar Festivalinum vann liðið fyri fyrstu ferð í 8 ár. Tí vita leikarar og venjari, hvat skal til fyri at broyta eina keðiliga siðvenju. Harafturat er KÍ á heimavølli, og har hevur KÍ sjáldan tapt seinastu trý árini.


Hetta talar fyri NSÍ sigri:

Hóast NSÍ tapti greitt fyri nøkrum døgum síðani í steypakappingini, so verður talan helst um nógv meira spennandi dyst hesaferð. KÍ kann nú ikki yvirraska NSÍ við leikskipanini, tí hesaferð er NSÍ fyrireikað uppá, at KÍ helst aftur spælir í 3-4-3 leikskipanini. Tað hevur NSÍ havt fleiri dagar til at vant móttrekk til. Tí frammanundan hálvfinaluni hevði NSÍ gott innanhýsis tak á KÍ, og liðið hevði ikki tapt móti KÍ í trý ár. Fyrr í ár hevur NSÍ eisini vunnið greitt í landskappingini í Klaksvík, so tað vísir, at tað kann venda skjótt, tá hesi liðini møtast. Afturat hesum verður ofta sagt, at tá lið møtast tvær ferðir á rað móti hvørjum, so hendir tað ofta, at liðini vinna hvør sín dyst. Samstundis er dysturin á Norðoyastevnu, og har hevur KÍ ikki vunnið í 14 ár, so tað eru hagtøl, sum eisini peika á NSÍ.


Besta álop móti bestu verjuni

Nakað annað sum er áhugavert við dystinum er, at talan er um besta álopið, ið møtir bestu verjuni. Um vit bara hyggja í málum, sum liðini hava skorað ella latið ígjøgnum higartil í landskappingini. NSÍ hevur við sínum 29 málum skorað flest mál, meðan KÍ bara hevur latið 10 mál ígjøgnum í 12 dystum, harav 7 komu í tveimum dystum í 2. og 3. umfari móti NSÍ og HB. Men dystirnir millum KÍ og NSÍ í Klaksvík seinastu árini plaga vanliga at hava nógv mál í sær. Seinastu úrslitini eru:

2014: KÍ-NSÍ 2-2

2015: KÍ-NSÍ 3-3

2016: KÍ-NSÍ 1-3

2016: KÍ-NSÍ 4-1 (steypakapping)


Hagtøl

(bara í landskappingini)


Toppskjúttar hjá KÍ:

1. Jóannes Bjartalíð 8 mál

2. Páll A. Klettskarð 8 mál


Toppskjúttar hjá NSÍ:

1. Klæmint A. Olsen 13 mál

2. Petur Knudsen 4 mál

3. Árni Frederiksberg 4 mál


Upplegg hjá KÍ:

1. Súni Olsen 5 upplegg

2. Páll A. Klettskarð 4 upplegg


Upplegg hjá NSÍ:

1. Árni Frederiksberg 12 upplegg

2. Klæmint A. Olsen 4 upplegg


Deyðbóltsstøður

KÍ skorað: 5

KÍ latið inn: 3

NSÍ skorað: 15

NSÍ latið inn: 10

Dysturin sunnudagin í Klaksvík byrjar kl. 15.00, og dómari verður Lars Múller.