Fyri skjótt 40 árum síðani fóru tveir unglingar undan arbeiðsloysi í lítlari bygd á Norðurlandinum í íslandi.
Sigtór Ottoson og eigari av Roykstovuni í Klaksvík var annar, og hann er her framvegis.
Inni í Roykstovuni hitti eg Sigtór, har hann sat í einum króki og fekst við pappírir. Sum altíð, fryntligur og smílandi segði hann ja beinanvegin til eitt lítið prát nú hann fyri stuttum hátíðarhelt 30 ára dagin fyri, tá hann, saman við fyrrverandi vermóðir síni yvirtók restaurant Roykstovuna.
Hvussu tað bar til at eg kom her? – Jú, tað var soleiðis, at eg og ein vinmaður mín, sum eru uppvaksnir og tá búðu í lítlari bygd á Norðurlandinum í Íslandi, gingu og høvdu einki arbeiði, hetta var seinast í sjeytiárunum.
Vit báðir høvdu hitt eina íslendska gentu, ið hevði verið i Klaksvík. Hon lat væl at at vera her og hon fekk okkum arbeiði á Kósavirkinum. So 15. desember í 77, tá kom eg til Klaksvíkar og byrjaði at arbeiða á Kósini.
Eftir at hava arbeitt har eina tíð, fór eg at arbeiða í grótbrotinum hjá kommununi, har eg koyrdi gravimaskinu, tað hevur verið seinna partin av 81. Men tá kreppan kom í 92, blivu vit uppsagdir. Klaksvíkar Kommuna segði nógvum fólki upp tá.
Eg hevði arbeitt soleiðis fyrifallandi í roykstovuni eftir arbeiðistíð, síðani eg og mín fyrrverandi vermóðir høvdu yvirtikið Roykstovuna frá fyrra eigaranum í 86, nú fór eg at arbeiða her fulla tíð, og tað havi eg gjørt síðani
Tað hevur gingið somikið væl við Roykstovuni, at eg livi av restaurantini, men eg blívi ongantíð ríkur av hesum. Í dag eigi eg Roykstovuna einsamallur. Í fyrru helvt av 90unum vildi fyrrverandi vermóðirin hjá mær sleppa burturúr. Kreppa var tá í samfelagnum, og hjá henni var vandin tann, at fór Roykstovan á heysin, so kundi hon missa húsini og tað vildi hon ikki seta seg út fyri. Síðani tá havi eg átt bygningin og restaurantina her, sigur Sigtór Ottoson.
Nú eru nógv skeinkiloyvi í býnum, hevur tað ávirka søluna í Roykstovuni? Tú, sigur Sigtór, eg má siga, at tað í veruleikanum hevur ávirka sera lítið. Sølan í Roykstovuni er komin í eina fasta legu, so her eru ikki stórar broytingar. Tey eru fleiri ið koma inn um dagin til ein kaffimunn ella til ein burgara og um kvøldarnar er tað kanska mest øl, vín og av sterkara slagnum, ið vit selja.
Vit hava leingi opið, frá 11 á morgni yrkadagar og til klokkan 23 á kvøldi, fríggjadag og leygardag frá 11 til 04, so arbeiðistímarnir eru nógvir.
Eg og kona taka okkum sjálvi av tí mesta, annars hevði tað ikki gingið, men vit hava eisini røsk hjálparfólk afturat.
At enda spyrjið eg Sigtór, um hann ætlar at vera í hesum arbeiðinum 30 ár afturat. Við sínum fryntliga láturi sigur hann – Veitst tú nú hvat, eg havi júst fylt 60 ár, so eg taki ein dag í senn. Men tá eg hugsi meg um, so minnist eg, at hvørja ferð eg havi fornýggja skeinkiloyvi havi eg sagt, at “hetta verður seinasta ferð”. Men higartil eri eg so ikki givin.
Ein orsøk til tað er, at her koma so nógv góð og hugnalig fólk, at eg kenni at tað er væl vert at blíva við her. Mær dámar at fara upp til arbeiðis hvønn dag og so leingið tað er, so fari eg helst at halda áfram, sigur Sigtór Ottoson, stjóri og eigari av Roykstovuni í Klaksvík at enda




