Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele slakar 30 milliónir í avlopi

Helgi Abrahamsen

Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2015 gjørdist 29,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Áðrenn skatt var avlopið 39,8 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at úrslitið eftir skatt í 2014 var 58,3 milliónir krónur.

Áðrenn avskrivingar var úrslitið góðar 138 milliónir krónur í 2015 og 162 milliónir krónur í 2014.

“Samanumtikið er úrslitið haldgott. Úrslitið er merkt av, at samtakið gjørdi av at gagnnýta góðu gongdina seinnu árini til at geva kundanum uppaftur betri tænastur og lægri prísir. Saman við stóru íløgunum í nýggja landsumfatandi 4G LTE netið, hevur hetta merkt fíggjarárið 2015, soleiðis at úrslitið er lakari enn árini frammanundan,” staðfestir Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele.

Lækkandi prísir á fartelefoni

Stórar broytingar eru hendar á føroyska tele-marknaðinum seinastu árini. Prísurin er nógv lækkaður, og í 2015 fór Føroya Tele uppaftur longri og bjóðaði føroyska brúkaranum fría talu í flestum londum í Evropa, meira data í haldini og eitt trygt og gott hald til ung.

“Broytingarnar síðstu tvey árini hava ført við sær, at haldini á føroyska marknaðinum nú veruliga kunnu sammetast við grannalondini. Hetta er ein gongd, sum Føroya Tele er errið av at hava slóðað fyri“, sigur Jan Ziskasen.

25 milliónir í vinningsbýti

Orsøkin til at úrslitið hjá Føroya Tele er lakari enn árið fyri, er í høvuðsheitum stóru íløgurnar, sum felagið hevur gjørt í farnetið og breiðbandskervið, samstundis sum prísirnir eru lækkandi fyri fjarskiftistænasturnar.

Á aðalfundi hjá Føroya Tele í gjár varð gjørt av at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 25 milliónir krónur í vinningsbýti.

Harleyfacadeacryl