Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimleikafelagið Støkk verður 50 ár í ár

Helgi Abrahamsen

Tann 23. november í ár verða 50 ár liðin, síðani Fimleikafelagið Støkk var stovnað.

Tann 23. november í ár verða 50 ár liðin, síðani Fimleikafelagið Støkk var stovnað. Støkk er við sínum nærum 700 íðkandi limum størsta ítróttarfelag í Eysturoynni.

“Felagið fer allan november mánað á ymiskan hátt at hátíðarhalda runda føðingardagin,” sigur Dagbjørt Sólheim, nevndarlimur í Støkk.

“Millum annað verða framsýningar, móttøka og veitlsur fyri børn og vaksin,” sigur hon.

Opnar venjingar og framsýning á Eystanstevnu

Nú Eystanstevna er um vikuskiftið, skipar Støkk fyri opnum venjingum (tað vil siga at tey sum ikki eru von at gera fimleik kunnu møta upp fyri at vita, um hetta er nakað fyri tey). Veningarnar eru býttar í aldursbólkar. 

5.-7. flokkur venur leygarkvøldið kl. 21.00-21.45, meðan 8. fl. og eldri venur kl. 21.45-22.30. Sunnudagin kunnu børn undir skúlaaldur koma kl. 14.30-15.15, og børn í 1.-4. fl. kunnu royna seg kl. 15.15-16.00.

Klokkan 18 sunnukvøldið vísa tey estetisku kappingarliðini hjá felagnum sínar seriur fram í Ítróttarhøllini í Bylgjuni.

Góð felagshøli

Støkk hevur seinastu tvey árini hildið til í snotiligu fimleikarhøllini Bylgjuni í Runavík.

“Hesi tvey árini hava verið gevandi fyri felagið, sum nú kann hugsavna seg um venjing og ikki hugsa um hølisviðurskiftini,” sigur Dagbjørt Sólheim.

Íðkararnir í Støkk koma úr allari Eysturoynni, Norðoyggjum og Norðstreymoy, og teir umboða allar aldursbólkar.