Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey mótsigandi tilmæli um fiskidagar

Helgi Abrahamsen

So hendi tað aftur!Havstovan mælir til ógvusligar skerjingar í fiskidøgunum og Fiskidaganevndin mælir til óbroytt tal av fiskidøgum.

So hendi tað aftur!

Havstovan mælir til ógvusligar skerjingar í fiskidøgunum og Fiskidaganevndin mælir til óbroytt tal av fiskidøgum.

Er ringt at spáa um fiskiskap so er ikki ringt at spáa um tilmælini, sum á hvørjum ári skulu vera grundarlag undir ásetingini av fiskidøgum. Tað sama hendir hvørja ferð. Annað tilmælið sigur “drívið á at fiska”, meðan hitt sigur (næstan) “leggið flotan”. Og út frá hesum mótsøgnunum skulu politikarar taka støðu.

Ósamdir um alt

Eitt er at partarnir eru ósamdir um tilmælini, men tað sum verri er, er at partarnir eru heldur ikki samdir um, hvussu støðan er hjá fiskastovnunum.

Havstovan sigur, at upsastovnurin er hampiliga væl fyri, meðan toska- og hýsustovnarnir á Landgrunninum eru so illa fyri, at teir eru undir minstamarkinum fyri, hvat verður mett at vera ráðiligt.

Fiskidaganevndin sigur beint øvugt. Hon sigur at meira er til av toski nú enn fyri fáum árum síðani og toskurin er feitur. Eisini verður mett at tilgongdin av toski er góð. Hýsustovnurin er eisini í framgongd, men sambært Fiskidaganevndini er ivasamt, hvussu støðan er við upsanum.

Politikararnir sleppa at velja

Nú liggur bólturin hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, sum á ólavsøku skal leggja uppskot fyri løgtingið um fiskidagar fyri komandi ár. Síðani er tað upp til løgtingsfólkini at taka støðu.

– Men hvat skulu tey byggja støðutakanina á?

Samgonguskjalið sigur, at allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur, so spennandi verður at vita, um tað merkir, at tilráðingin hjá Havstovuni verður fylgt, ella um tað er tilráðingini hjá Fiskidaganevndini ið lurtað verður verður eftir. Helst verður ein millumloysn funnin – og hon skuldi ikki verið trupul at funnið, tí sera langt er ímillum partarnar.

Í 2008 legði táverandi landsstýrismaður, Tórbjørn Jacobsen, uppskot fyri tingið um at skerja fiskidagarnar hjá húkaflotanum og trolbátum við 50 prosentum og hjá partrolarunum við 20 prosentum. Tað førdi til politiskan ruðuleika.