20. juni er sum flestu kunnugt tjóðardagur Grønlands. Á Viðareiði eru børn við grønlendskum uppruna, og tí gjørdi dagrøktin á Viðareiði at arbeiða í eini verkætlan við Grønlandi sum evni. Avgjørt var at verkætlanin skuldi enda á sjálvum tjóðardegnum hjá Grønlandi týsdagin í vikuni nevniliga 20. juni.
Norðlýsið fekk innbjóðing til dagin og vit vóru á Viðareiði og hugnaðu okkum saman við børnunum.
Dagrøktin á Viðareiði er skipa við Dianu Borgnyardóttir sum leiðara og sjey dagrøktarmammum.
Eini hús hevur dagrøktin til taks og í staðin fyri at vera heima hjá dagrøktarmammunum hvønn dag, so eru dagrøktarmammurnar saman við børnunum í Spælistovuni tríggjar dagar um vikuna, ímeðan tey eru í heimunum hjá mammunum tveir dagar um vikuna.
Diana Borgnýardóttir sigur, at Spælistovan gevur teimum góðar møguleikar at arbeiða við námsfrøðiligum hevnum. Harafturat gevur tað børnunum rúmari ræsur at finna vinir, tá tey eru saman við øðrum børnum í Spælistovuni.
Og sigast má, at vit fingu sjón fyri søgn, at børnini rættuliga høvdu hugna sær við ymiskum úr Grønlandi. Har vóru útstappaðir nósar og kópur at síggja, narhvalatonn, skutil, alskyns grønlendsk klæði, bæði slíkt sum var komið uttanífrá, og slíkt sum børnini høvdu gjørt sjálvi saman við dagrøktarmammunum.
Kreativiteturin sýntist at vera flúgvandi, ymisk grønlandsk motivir vóru at síggja, nógv var gjørt úr gróti, har vóru bjarnir, kópar, blóðugtir veiðumenn, hundasletur av hjálkamuum, alskyns myndir og í einum sjónvarpi rullaði ein filmum um ísbjarnir tá vit vóru á vitjan.
Ein lítil framførsla við grønlendskum sangi megnaðu børnini eisini. Jú, har var nógv á skránni. Sagt var, at afturat tí at børn við grønlendskum ættarbondum vóru á Viðareiði, so varð eisini hugsa um, at vit vita alt ov lítið um Grønland og tí var hetta evnið valt hesaferð, ikki minst tí at vit eiga at vita meira um tey lond, vit eru í ríkisfelagsskapi við.
Leiðarin á Dagrøktini á Viðareiði, Diana Borgnýardóttir er ættað úr Kirkjubø og er fastbúgvandi í Gøtu.
Eg spurdi hana hvussu tað bar til at hon er komin til Viðareiðis at arbeiða: “Eg vildi royna nakað nýtt og eg helt, at tað var spennandi at koma á eitt stað at arbeiða við børnum, har tú onki tilknýtið hevur til fólki á staðnum yvirhøvur.
Tað lættir um, um tú verður noyddur at taka tungar avgerðir, at tú ikki hevur familjubond ella annað til tey, tú skalt taka avgerðir um. Tó vit hava ikki havt nakrar slíkar støður. Fólkini her eru ótrúliga góð at samarbeiða við. Dagrøktarmammurnar eru sera áhugaðar í arbeiðinum og taka arbeiðið í álvara”.
Hans Jákup Kallsberg, var eisini til staðar og eg kundi ikki lata vera við at spyrja Dianu um hvussu samstarvið var við kommununa, tí tað kann ofta vera tvørligt í slíkum smáum kommunum.
“Samskiftið við Viðareiðis kommunu hevur verið einastandandi. Borgarstjórin hevur verið sera áhugaður í ti, sum gongur fyri seg í Dagrøktini, ikki minst her í Spælistovuni. Hann vitjar tíðum og fylgir við i arbeiðinum hjá okkum og vísir stóran áhuga fyri tí arbeiði, sum dagrøktarmammurnar gera. Eg kann bara bera Viðareiðis kommunu alt gott”, segði Diana Borgnýardóttir.




