Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovufólk til IRF

LÝSING

IRF søkir við hesum eftir skrivstovufólki at byrja 1. september 2016.


Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um:

· Telefonavgreiðslu

· Ordramóttøku

· Skráseting av uppgávum

· Fakturering

· Debitorrøkt

· Annað skrivstovuarbeiði


Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu við skipanini Liveasset. Kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV er ein fyrimunur. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi-, rokni- og telduarbeiði.

Arbeiðsstaður er á Hagaleiti, Leirvík.


Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Hevur tú hollar royndir innan skrivstovuyrkið og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja.


Nærri fæst at vita við at tosa við Hallgerð Lervig, tlf. 234211/414243


Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum verður at senda til irf@irf.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juli 2016.


www.irf.fo