Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smyril siglir KÍ viðhaldsfólkini til steypafinaluna

Jákup Ósá

Í sambandi við dystin um Løgmanssteypið millum KÍ og Víking í Tórshavn hin 27. august siglir Smyril eykatúr úr Klaksvík til dystin og norður aftur eftir dystin. Tað er Klaksvíkar Kommuna sum hevur fingið flutningin í lag saman við strandferðsluni.

Eykatúrurin ávirkar ikki suðuroyarsiglingina annað enn, at onkrir túrar verða fluttir nakað, boðar Strandferðslan frá í dag.

Smyril fer av Klaksvík leygardagin 27. august kl. 14.00 og fer av Havnini aftur kl. 21.00. Tí verður Smyril væntandi á Klaksvík aftur leygarkvøldið kl. 22.30. Dysturin verður kl. 18.00.