Strandfaraskip Landsins (SSL) sóknast eftir fíggjarleiðara at byrja 1.september 2016.
Starvið
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av og skipar fyri fíggjarstýringini og roknskaparhaldinum á SSL. Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til stjóran.
Umsøkjarin
Tú hevur útbúgving og royndir innan fyri fíggjarstýring og roknskap. Royndir við Navision, Búskaparskipan Landsins og kunningartøkni eru ein fyrimunur. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og royndir í verkætlanarleiðslu. Tú dugir at greina torgreið viðurskifti og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Treytir
Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av SSL.
Starvið er lønt eftir sáttmála við BLF ella í avvarðandi yrkisfelag. Eftirlønarskipan fylgir við starvinum.
Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hilmar Eliasen, stjóra á telefon 34 30 00 ella við at skriva teldupost til he@ssl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivligar umsóknir skulu vera SSL í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2016 kl. 12:00. Setanarsamrøður vera mikudagin 27. juli 2016. Umsóknirnar skulu sendast við teldupost til eyj@ssl.fo ella til:
Strandfaraskip Landsins
Stílað: Eyðhild Jacobsen
Sjógøta 5
Postboks 30
FO-810 Tvøroyri




