NSÍ vongurin hevur framvegis lagt upp til nógv flest mál í Effodeildini.
NSÍ vongurin Árni Frederiksberg legði seg tíðliga í ár á odda á upplegg listanum. Og sum fráleið kom verulig gongd á, har Árni legði upp til mál í hópatali áðrenn ein steðgur kom í nøkur umfør áðrenn summarsteðgin. 13 upplegg hevur Árni og tað er nógv tað mesta. Teir sum liggja nærmast eru Súni Olsen og Páll A. Klettskarð og har skal havast í huga, at Súni misti fleiri dystir vegna skaða.
Upplegg listin fyri 16 umfør sær soleiðis út:
13 upplegg
Árni Frederiksberg (NSÍ)
6 upplegg
Súni Olsen (KÍ)
Páll A. Klettskarð (KÍ)
5 upplegg
Albert Adu (TB)
Jóhan Jacobsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Christian R. Mouritsen (HB)
Lukasz Cieslewicz (B36)




