Avtala er nú gjørd við sertannlækna í ortodonti um tannrætting, sum tryggjar øllum børnum 0-18 ár í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni sertannviðgerð sambært galdandi lóggávu.
Avtalaer nú gjørd við sertannlækna í ortodonti um tannrætting, sum tryggjar øllumbørnum 0-18 ár í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni sertannviðgerð sambærtgaldandi lóggávu.
Mánadagin4. juli skrivaðu Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna undir avtalu viðTannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð sertannlækna í ortodonti.
Sambært§ 2 í lógini um barna- og ungdómstannrøkt skulu øll kommunustýrið tryggja øllumbørnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypisfyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt, og tað er júst hetta, sum henda avtalantryggjar øllum børnum og ungum í Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu.
Eittframbrot fyri
sertannviðgerðina
Ídrúgva tíð hevur tað verið breið semja um, at tørvur er á at samskipasertannviðgerðina í Føroyum millum fleiri kommunur, tí talan er um eitt soavmarkað og fakliga krevjandi øki, at ein einsamøll kommuna ikki hevurgrundarlag til tað einsamøll.
Hettaer orsøkin til, at borgarstjórarnir og kommunustjórarnir í Klaksvíkar,Fuglafjarðar og Eysturkommunu seinastu tíðina hava samráðst sínamillum og viðTannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð, sum í løtuni er einasti sertannlækni íortodonti í Føroyum.
Skipaninhevur higartil verið merkt av, at útlendskir sertannlæknar regluliga havavitjað og viðgjørt føroysku børnini, men við hesum verður grundarlag skapt fyrieinari føroyskari loysn, sum er á staðnum og tøk alt árið runt.
Tvey árasáttmáli
Viðávísum fortreytum kemur undirskrivaða avtalan í gildi 1. aug. 2016 og fyrstaavtalutíðarskeiðið er til 1. aug. 2018, tvs. 2 ár, soleiðis at skipanin kannverða eftirmett áðrenn hon ætlandi verður longd.
Somuleiðisliggur í avtaluni, at sertannlækin og kommunala tannrøktin regluliga hittasttil faklig statusprát.
Talaner um eitt samstarv millum kommunalu tannrøktirnar hjá luttakandi kommununum ogsertannlæknan, har tær kommunalu tannrøktirnar, eftir ráðgeving frásertannlæknanum, leggja til rættis og fremja ortodontiskar kanningar ogvisitatión av børnunum. Eftir ávísing frá sertannlæknanum gera kommunalutannrøktirnar somuleiðis fyribyrgjandi, fyrireikandiog neyðugar tannviðgerðir.




