Bygdirnar norðanfyri Fjall liggja í løtuni í streymloysi. Orsøkin er, at ein gravimaskina hevur kvett ein kaðal hjá SEV. Roknað verður við at Hvannasund, Norðdepli og Múli fáa streymin aftur skjótt, tí har ber til at gera umkoblingar, men viðingar mugu hava meira tol, tí har verður neyðugt at skoyta kaðalin, og tað arbeiðið verður mett at taka umleið tríggjar tímar.




