Í eina tíð hevur MC Grill úti í Klaksvík ikki verið opin. Men nú hevur Robin valt at lata upp aftur. – Eg metti at brúk var fyri at hava grillina opna her, tí vit hava eina annarleiðis matarskrá enn hini støðini í býnum og fleiri hava sakna tað, vit høvdu at bjóða.
Síðani vit lótu upp aftur hava vit havt nøktandi tal av vitjandi, og tað gevur mær áræði at halda áfram, segði Robin Patawary í stuttari viðmerking í kvøld.




