Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nólsoy: MC-Hár á Maggies í kvøld

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið fingu teir miðbýin í Havn uppá kók, og í kvøld kl. 20 fer MC-Hár á pall á Maggies, hetta er fyrstu ferð í longu søguni hjá bólkinum, at teir spæla í Nólsoy.

Høvið fyri Nósloyartúrin er, at føroysku rapp/rokk pionerarnir fylla 25 ár.

MC-Hár fer at spæla løg úr lagaskjáttini, umframt sjálvandi aktuella staklagið Exit Tórshavn, ið hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi, siðan tað kom út. So um tú ikki fekst framførsluna á Tórsfest við, ella bara hevur hug at hoyra meira av MC-Hár, so er hetta eitt gylt høvi.

Fúlu rapp/rokkararnir spæla nakrar heilt fáar konsertir í sambandi við 25 ára haldið, og ein av hesum verður í intimu kørmunum hjá Maggies. Hetta verður ein serlig uppliving av einum bólki, ið best er kendur frá stóru konsert pallunum.

mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto