Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EM profilur frá Liverpool til Stoke

Jákup Ósá

Stoke hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur keypt ein av størstu profilunum í EM endaspælinum í summar.

Stoke hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur keypt ein av størstu profilunum í EM endaspælinum í summar.

Talan er um miðvallarleikarian Joe Allen, sum veruliga gjørdi um seg í EM endaspælinum fyri Wales í summar. So sannførandi vóru hansara avrik, at hann kom liðið sum bleiv valt fyri bestu leikararnar í kappingini. Í Liverpool hevur spælitíðin verið avmarkað síðani Jurgen Klopp bleiv venjari, og nú hevur Liverpool selt leikaran til Stoke fyri áleið 115 milliónir. 
Joe Allen er 26 ára gamal og hevur gjørt ein 5-ára sáttmála við Stoke.  
Harleywoodpaint