Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skomm: Danir hava blandað litirnir á føroyska flagginum

Danial Viðoy

Danskir almennir stovnar flagga fyri føroyska tjóðardegnum í dag, Ólavsøkuni, men við skeivum flaggi. Krossurin, sum eigur at vera reyður, er bláur! – Skomm!

Danskir almennir stovnar flagga fyri føroyska tjóðardegnum í dag, Ólavsøkuni, men við skeivum flaggi. Krossurin, sum eigur at vera reyður, er bláur! – Skomm!

Tað er einki annað orð fyri hetta enn ein avbera stór skomm. Fyrr í ár varð avgjørt politiskt at danir skuldu veittra tá ið grønlendskir og føroyskir tjóðardagar eru fyri, men hetta hevur ikki riggað væl.

Í dag hava danir flaggað við Merkinum, sum als ikki er merkið. Krossurin er bláur.

Síðani klokkan 09.00 danska tíð hevur verið veittrað við hesum flagginum. Hetta er broytt nú, men skommin kann ikki takast frá teimum og hesum donsku óvitum.

Á grønlendska flaggdegnum veittraði Bertel Haarder við grønlendska flagginum, men tá vendi flaggið á høvdinum.

Nei, mark er ikki fyri, hvussu lítið danir vita um tað mest grundleggjandi um Føroyar, landanna ímyndir, fløggini.

“Skomm” er eitt lítið orð í hesum samanhangi.