Teir hava kanska ein tann sterkasta hópin á pappírinum og nú skal kendur venjari úr Premier League venja landsliðið hjá Belgia.
Talan er um Roberto Martinez, sum nú tekur yvir eftir Marc Wilmots, sum gavst eftir EM endaspælið í summar, har Belgia enn einaferð var eitt vónbrot og tapti móti Wales í kvartfinaluni. Martinez var venjari hjá Everton farna kappingarár og hevur áður vant m.a. Wigan og Swansea í Onglandi.




