Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni ger enn eina roynd at fáa breiða semju

Helgi Abrahamsen

Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum roynir framvegis at fáa eina breiða semju um fiskidagarnar fyri komandi ár.

”Álitið er ikki klárt enn og vinnunevndin hevur fund nú klokkan 9. Har fari eg at at gera eina endaliga roynd fyri at fáa eina breiða semju,” sigur Bjarni Hammer.

Spurdur um tað merkir, at bæði samgonga og andstøða skulu slaka, sigur formaðurin í vinnunvendini, at sjálvandi mugu allir partar geva seg nakað, um tað skal eydnast at finna semjur.

”Fyri mær hevur tað stóran týdning, at vit fáa eina breiða semju,” sigur hann.

Tingfundur byrjar klokkan 11 og á tí fundinum skal álitið leggjast fram. Um álitið framvegis ikki er klárt, tá tingfundurin endar, kann løgtingsformaðurin niðurleggja fundin, meðan bíðað verður eftir álitinum, og so kann fundurin verða tikin uppaftur, tá álitið er klárt.

Eydnast ikki at fáa álitið liðugt í dag, ber eisini til at leggja tað fram á einum seinni fundi, men so má víkjast frá tíðarfreistunum, tí sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu fiskidagarnir vera ásettir í seinasta lagið tann 18. august.