Hesa vikuna hava úti við 200 føroyskir ungdómar verið í Nesvík á legu. Ein ungdómslega, har stuttleiki og gleðiboðskapurin vóru í hásæti. Evni var ”Jesus er kletturin”.
Hesa vikuna hava úti við 200 føroyskir ungdómar verið í Nesvík á legu. Ein ungdómslega, har stuttleiki og gleðiboðskapurin vóru í hásæti. Evni var ”Jesus er kletturin”.
Norðlýsið hevði heimildarmann á staðnum, og hann greiður skrivar soleiðis:
Til hesa ungdómsleguna vóru talarar komnir allan vegin úr Suður Afrika, parið Wilson og Grace Goeda. Tvey lívsglað menniskju, ið fegnaðust um møguleikan at koma til Føroyar og at sleppa at boða gleðiboðskapin um Jesus. – Hesi vóru eisini við til ungdómsleguna í fjør.
Nógv á skránni hvønn dag
Ein týpiskur dagur á leguni var skipaður á tann hátt, at klokkan 08.30 var møguleiki at samlast og biðja fyri degnum, klokkan 09.00 var avbera góður morgunmatur á skránni. Klokkan 10.00 var møti, og eftir møti prát á kømrunum saman við leiðarunum.
Á middegi stóð tann væl gjørdi døgurðin á skránni, klokkan 14.00 Nesvík Open (kappingar millum kømrini), um 16-17 tíðina kundu luttakararnir velja sær eitt tiltak at fara til. Har kundi mann m.a. velja ”Kristin í ítrótti”, ”drama”, ”lovsang” og ”bøn og bønarsvar”.
Klokkan 18.00 var nátturði á skránni, klokkan 20.00 aftur eitt møti og síðani ein kvøldseta seinni við nógvum góðum skemti. – Mikukvøldið var eitt stórt veitslukvøld, har øll høvdu latið seg í Disney figurar, tí hetta var temaði til veitsluna.
At byggja húsið á klettin ella á sand
Til øll møtini talaðu annaðhvørt Wilson ella Grace um evnið ”Jesus er kletturin”, um hvør munurin er at byggja lív/hús sítt á Jesu klettagrund ella á sand uttan kristnitrúnna í lívinum.
Samanumtikið var talan um eina góða legu við góðum boðskapi, góðum samanhaldi og skemti og ikki minst góðum mati. Legan byrjaði mánadagin og endaði í gjár.
Myndir, sum Silvia Súnadóttir Kristiansen hevur tikið:
*rætting: í myndunum stendur Christiansen, men talan er altso um Kristiansen




