Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski skúli í Klaksvík við fleiri hølum

Orð og myndir: Dávur Winther

Nú allir skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin, kann Tekniski skúli í Klaksvík bjóða enn fleiri høli til enn fleiri næmingar.

HF-skeiðið, sum síðani 1974 hevur hildið til í gamlu handilshølinum hjá Eskild Norðbúð við Klaksvíksvegin úti í Víkunum, er nú flutt niðan í nýggja tilbygningin á Tekniska skúla, sum er gjørdur vestureftir – eini 1.300 m2 í tveimum hæddum.

Tilbygningurin skal hýsa matvøruútbúgvingini, fyrisiting, undirvísingarhølum og so HF-skeiðinum, sum Sigrun Skálagarð er leiðari fyri. Stjóri á Tekniska skúla er Rúni Heinesen.

Tað hevur verið hildið, at umstøðurnar hjá HF í Klaksvík ikki hava verið tær bestu, tó at trivnaðurin hevur verið góður, bæði millum næmingar og lærarar. Men nú hava tey so fingið rættiliga góðar umstøður, saman við einum størri lestrarumhvørvi, hvørs karmar er snotiligir og rúmligir.

Á HF-skeiðnum byrja í dag 7 ársverk, sum breiðir seg yvir 12 lærarar, 26 fyrsta ársnæmingar og 42 annað ársnæmingar.

So til samans byrja í dag eini 250 hugaðir næming og 40 lærarar undir somu lon á Tekniska skúla í Klaksvík uppi við Borðoyarvík.

Góða eydnu!