Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alex dømir steypafinaluna

Jákup Ósá

Tveir ungir klaksvíkingar skulu døma tvær av finalunum hjá yngru deildunum.

Fsf.fo skrivar: Tað verður Alex Troleis, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið. Finalan hesaferð verður ímillum KÍ og Víking.

Alex Troleis hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 2011, og hesi fimm árini hevur 36 ára gamli brasiliumaðurin, búsitandi á Toftum, dømt fleiri enn 250 dystir í føroysku kappingini. Fyrr í ár varð Alex Troleis eisini útnevndur sum nýggjur FIFA-dómari fyri Føroyar.

– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg sjálvandi til dystin. Tað er heldur eingin loyna, at hesum havi eg arbeitt fram ímóti, og nú er deiligt at fáa møguleikan. Tað hevur eisini gingið væl í hesum kappingarárinum, og tá hugsi eg serliga um, at eg fyrr í ár bleiv útnevndur til FIFA-dómara, sigur Alex Troleis við heimasíðuna hjá FSF.

Hjálpardómarar í finaluni um Løgmanssteypið vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard, meðan Dagfinn Forná verður 4. dómari.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, kl. 18:00.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Bjarki Danielsen. Hjálpardómarar verða Jón M. Johannesen og Sámal Weihe, og 4. dómari verður Pætur Albinus.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum HB og KÍ, verður spæld leygardagin 3. september, klokkan 18:00.

Atgongumerkir til finaluna um løgmanssteypið kunnu keypast her: Atgongumerkir/Løgmanssteypið 2016

Steypafinalurnar 2016 / Dómarar
26.08.2016 Dreingir U18 NSÍ – HB Súni Fríði Barbá
27.08.2016 Dreingir U14 HB – B71 Aron Vest
27.08.2016 Gentur U14 EB/Streymur – B36 Kjartan á Gravarbø
27.08.2016 Dreingir U16 HB – NSÍ Arni Rasmussen
27.08.2016 Løgmanssteypið KÍ – Víkingur Alex Troleis
02.09.2016 Gentur U17 KÍ – B36 Oda Andreasen
03.09.2016 Kvinnur HB – KÍ Bjarki Danielsen
Harleywoodpaint