Í morgun kl. 9 byrjar almenn ráðstevna á Sjónám í Klaksvík um trygd á sjónum. Øll eru vælkomin. Fiskivinnan hevur framvegis 25 – 50 ferðir fleiri deyðsføll, enn vinnur á landi hava, men hetta kunnu vit gera nakað við.
Í morgun kl. 9 byrjar almenn ráðstevna á Sjónám í Klaksvík um trygd á sjónum. Øll eru vælkomin. Fiskivinnan hevur framvegis 25 – 50 ferðir fleiri deyðsføll, enn vinnur á landi hava, men hetta kunnu vit gera nakað við.
“Hóast talið av vanlukkum á sjónum er lækkað nógv, so vísa tøl frá londunum rundanum okkum, at millum 25 og 50 ferðir fleiri deyðsføll eru í fiskivinnuni, enn tað eru í vinnum á landi.” Tað sigur Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur.
Annbjørg fór í 2014 undir at samla upplýsingar um vanlukkur í føroysku fiskivinnuni. Talan er um vanlukkur, sum eru hendar í tíðarskeiðinum frá 1972 til 2014, og hesi tølini hevur hon nú fingið hagtalsviðgjørd.
Mikudagin17.august verður skipað fyri kunningardegi á Sjónámi í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin. Har verður úrslitið av kanningararbeiðinum lagt fram, umframt at bæði føroyskir og útlendskir gestir fara at hava fyrilestrar um trygd á sjónum.
“Út frá úrslitinum av hesum arbeiðinum fara vit nú at kunna vísa á afturvendandi orsøkir til vanlukkur, vísa á títtleikan av ymisku vanlukkunum innan einstøku skipabólkarnar, og vísa á sermerktar vandastøður,” sigur Annbjørg á Høvdanum.
Nógv er gjørt,
men nógv er eftir at gera Spurdhvatendamáliðer viðkanningunum,sigur AnnbjørgáHøvdanum, at tað er at fáa lýst nøkur mynstur, sum gera tað møguligt at skipa eina málrættaða fyribyrging.
“Nógv er longu gjørt fyri at økja um trygdina umborð á skipum, men vit kunnu framvegis gera nógv afturat,” sigur hon.
“Skaðar henda ofta, tí fólk gera skeivar handlingar orsaka av møði. Har kunnu vit vinna nógv við at skipa hvíldina øðrvísi. Eisini síggja vit nógvar skaðar orsaka av hálku. Fólk glíða,
ella verða rakt av lutum ið koma skreiðandi. Tí kann sleppast undan, við at gera dekk og fótbúnar úr óhálari tilfari, og við at fólk venja seg við at halda sær í, tá tað er møguligt. Eisini nýtsla av hjálmi kann fyribyrgja nógvum skaðatilburðum,” sigur hon.
Skaðar við bryggjukantin Áðrenn 1994 var alkohol ofta uppií, tá skaðar hendu umborð á skipum, og nógvir skaðar hendu – og henda framvegis, meðan skipliggur við bryggju.
“Landgongdir ið ikki virka sum tær eiga, og líknandi feilir kunnu vera orsøkir til nógvar skaðar,” sigur Annbjørg.
Tølini hava manglað OrsøkintilatAnnbjørg áHøvdanumfórundirat samla hagtøl um vanlukkur á sjónum, var eitt norðurlendskt samstarv.
“Eg var í 2012 partur av einum arbeiðsbólki, sum skrivaði um deyðsvanlukkur í Norðurlondum. Har sá eg ferð eftir ferð, at vit í Føroyum høvdu eingi tøl at vísa á,” sigur Annbjørg. Hetta helt hon vera løgið, tí Føroyar eru tað norður- landið sum er mest tengt at sjónum.
Hon fór tí undir at samla viðkomandi hagtøl, og tað eydnaðist, at fáa fleiri manningarfeløg at stuðla arbeiðinum.
Hóast arbeiðið ikki er heilt liðugt enn, so er tað somikið liðugt, at úrslitið verður lagt fram á kunningardegnum mikudagin.
Mugu broyta hugburð “Hugburðurinerofta,at vanlukkur henda bara fyri onnur. Tí er tað umráðandi at fáa víst á føroysk tøl, tí tey umboða okkum sjálvi,” sigurAnnbjørgáHøvdanum. Hon heldur tað tí hava stóran týdning, at fáa hesi tølini út til sjófólkið.
Kunningardagurin verður á Sjónámi frá klokkan 9 – 15, og hann verður skipaðurí5fyrilestrum. Tey sum ikki hava møguleika at vera við allan dagin, kunnu fáa ein ella nakrar fyrilestrar við.
Klokkan 19 verður pallborðsfundur við umboðum fyri heilsuøki, manningarfeløgini, reiðarafelagið, trygdarmenning og við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Evni verður “Trygdar- og heilsupolitikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”.
Bæði tiltøkini eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skrá fyri Temadagin mikudagin 17. august
Kl. 09.00 Vælkomin
Kl. 09.05 Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur dagin.
Kl. 09.20 Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur leggur fram úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum meldaðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og greiðir frá, hvat hesi tøl siga okkum.
Kl. 10.00Pausa við morgunmati
Kl. 10.30 Trygd á sjónum innan Føroysku sjóvinnuna – Ragnar Ludvig, leiðari á Sjónámi.
Fyrilesturin kemur at byggja á úrslitini úr eini kanning, ið var gjørd í samstarvi ímillum Føroya fiskimannafelag og Sjóvinnustýrið í 2009 og tulking av hesum úrslitum. Eisini kemur hann at tosa um broytingar í hugburði og um rákgongdina við atliti at trygd á sjónum.
Kl. 11.00 Fyribyrging av arbeiðsvanlukkum í fiskivinnuni – Tað ger mun! Jørgen Møller Christiansen, seniorgranskari, Center for Maritim Sundhed og Samfund, Syddansk Universitet, Danmark.
Í 2000 vóru fleiri álvarsamar arbeiðsvanlukkur umborð á norðurlendskum fiskiskipum. 15 ár seinni, kann mann vísa á eitt brádligt fall av vanlukkum, ið er betur enn hvat flest aðrar vinnur kunna vísa á. Hvør er orsøkin til hesa jaligu gongdina, og hvat er ítøkiliga hent innan fyribyrgingarøkið í donsku fiskivinnuni?
Kl. 11.30 Heilsa og arbeiðsumhvørvi í fiskiflotanum – Seniorgranskari Ingunn M. Holmen, SINTEF Fiskeri og havbruk, Noreg.
Í framløguni verða úrslit frá eini spurnarblaðskanning frá 2014 av 1000 fiskimonnum í Norsku fiskivinnuni løgd fram. Fokus í kanningini var á samanhangin ímillum arbeiði, arbeiðsumhvørvi og heilsu, hjá Norskum fiskimonnum. Spurningar eru svaraðir um ávirkan á heilsuna, eksponeringar í arbeiðinum, og um tey sjálvi halda, at plágurnar eru orsaka av arbeiðinum ella arbeiðsumhvørvinum. Kanningin svarar eisini uppá, hvat stuðlar undir góða heilsu, tað at hoyra til og trivna í fi- skivinnuni.
Kl. 12.00Døgurði á staðnum – ókeypis
Kl. 13.00 Trygdarvenjingar – ger tað nakran mun í lívinum hjá einum sjómanni? HilmarSnorrason,skipari og skúlastjóri á Maritime Safety and Survival Training Centre ICE-SAR, Ísland. Í 1985 bleiv ein trygdarvenjingarmiðstøð, Slysavarnaskóli sjómanna, stovnað í Reykjavík, av íslendska lívbjargingarfelagnum (nú ICE- SAR), fyri at útbúgva íslendsk sjófólk innan trygd og yvirlivilsi (hvussu ein best kann bjarga sær sjálvum). Hvørt ár mistu fleiri sjófólk lívið á havinum, umframt at sjófólk í hundraðtali vóru úti fyri arbeiðsvanlukkum. Hetta kundi hvørki vinnan ella íslendska parlamentið góðtaka. Tá úrslitini frá teimum fyrstu árunum við trygdarvenjingum vístu at tær gjørdi mun, viðførdi tað, at trygdarvenjingar í 1997 blivu krav fyri sjófólk við handilsskipum og fiskiskipum og í 2003 kom krav um en- durnýggjan av skeiðnum. Framløgan kemur atvarpa ljós á broytingarnar í vinnuni innan seinastu 30 árini við trygdarútbúgvingum hjá Íslendskum sjófólki.
Kl. 13.30 Frágreiðing frá Grími Hammer, ið er blivin avlamin vegna arbeiðsskaða, sum hann kundi sloppið undan, um trygdin og arbeiðsumstøðurnar vóru betri.
Kl. 14.00 Kaffisteðgur
Kl. 14.15 Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
kl. 15.45 Annbjørg á Høvdanum endar dagin.
Kl. 19.00 Pallborðsfundur við yvirskriftini “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”. – Í panelinum sita Anfinnur Garðalíð vegna manningarfeløgini, eitt umboð fyri reiðarafeløgini, Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, Høgni hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ragnar Ludvig leiðari á Sjónám. Eisini verða borð við upplýsandi tilfari frá luttakandi londunum ogein sølubásur við persónligaritrygdarútgerð.




