Sveis vitjar við Djúpumýru týsdagin.
Týsdagin fáa norðoyingar møguleika at uppliva landsliðsfótbólt við Djúpumýru. Tá verður U15 landsdystur millum Føroyar og Sveis. Dysturin byrjar kl. 17.00 og tað er ókeypis atgongd.
Teir 18 spælararnir, ið U15-landsliðsvenjararnir hava úttikið til dystin ímóti Sveis, eru hesir:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dánial Danielsen, NSÍ
Regin í Geil Jakobsen, HB
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Tórur F. Joensen, HB
Meinhard D. Geyti, NSÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Áki Hentze, 07 Vestur
Jónas Warner, B71
Símun Sólheim, HB
Kristian K. Hentze, B71
Petur Ovi Dam, HB
Leivur F. Guttesen, HB
Bárður Ó. Jensen, B68
Oddur í H. Petersen, 07 Vestur




