Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20 ár síðani KÍ vendi einum dysti í Sarpugerði

Jákup Ósá

Tað eru 20 ár síðani, at KÍ vendi einum hóttandi tapi til ein sigur í Sarpugerði.

Víkingur lá á oddasessinum eina løtu í gjár, eftir at Gert Hansen hevði lagt Víking á odda í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki vendi KÍ og Páll A. Klettskarð øllum og endin var at KÍ vann 2-1.

Vit skulu 20 ára aftur í tíðina fyri at finna ein dyst í Sarpugerði, har KÍ er komið aftur og vunnið ein dyst, har antin Víkingur ella GÍ hevur verið á odda. Í 1996 vann KÍ 2-1 í Sarpugerði í Norðragøtu. Hatta var dysturin millum tey bæði fremstu liðini, men KÍ spældi uttan venjara hendan dystin, tí venjarin Jóannes Jakobsen hevði fyribils sagt upp eftir at nakrir leikarar í tíðini áðrenn ikki høvdu hildið disiplin avtalur. Men eftir ynski frá leikarum og leiðslu kom hann aftur og var venjari tey næstu árini í Klaksvík. Henning Jarnskor skoraði málið hjá GÍ hendan dagin, meðan Rógvi Jacobsen skoraði bæði málini hjá KÍ.

Viðheft eru brot, sum eru tikin úr bløðunum í sambandi við dystin í 1996 frá heimasíðuni tidarrit.fo