Magnus Heinason er júst liðugur við árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka.
Magnus Heinason er júst liðugur við árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka.
Úrslitið vísti, at tað var meira at fáa av hýsu enn vanligt hevur verið seinastu mongu árini og áleið tað sama, sum var vanligt áðrenn 2005. Talan var um smáa hýsu, sum helst var gýtt í 2015.
Tað var eisini eitt lítið sindur av smáum toski at fáa, men við størra toskinum var verri statt. Veiðan var tann minsta sum nakrantíð hevur verið av stórum toski síðani hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996.
Magnus Heinason fór av Havnini mikukvøldið 7. september og var inni aftur týsdagin 13. september. Veðrið á túrinum var vánaligt. Allan leygardagin og meginpartin av mánadegnum lá skipið bakk.




