Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elin Andreasen úr Havn átti fløskupostin

Helgi Abrahamsen

Í gjár skrivaðu vit um ein fløskupost, sum varð kastaður út á Sjómannadegnum í 2013 og sum ein ferðamaður fann í Íslandi í summar.

Vit hava nú funnið fram til, at tann sum tveitti fløskupostin var tann tá 10 ára gamla Elin Andreasen úr Havn.

“Eg var í Klaksvík og vitjaði ommu og abba,” sigur Elin við Norðlýsið.

“Tað var Sjómannadagur og vit fóru í vatnkríggj. Eg, mamma og systrarnar, systkinabørnini, mostur mín og maður hennara vóru øll umborð á Klakki,” sigur hon.

Á hesum túrinum vórðu fløskupostar tveittur í havið.

“Eg haldi ikki, at eg nakrantíð hevði roynt at sent fløskupost, og eg roknaði heldur ikki við, at hann nakrantíð fór at verða funnin aftur,” sigur Elin.

Men í gjár kundi mamma hennara siga henni, at hon hevði lisið í Norðlýsinum um fløskupostin.

Spurd hvat hon hugsaði, tá hon frætti tað, sigur Elin:

“Eg visti ikki ordiliga um tað passaði.”

Norðlýsið fær ofta boð um fløskupostar sum eru tveittir út á Sjómannadegnum og sum eru funnir bæði í Føroyum og í grannalondunum.