Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Húsarhaldsskúlanæmingar í Street Knitting støtinum

Oliver Joensen

Street Knitting er “in” í londunum kring um okkum. Nógv sæst til hetta fyribrigdið í stóru býunum, sum London, París og øðrum og eisini er hetta roynt áður í Føroyum.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroyar fekk hugskotið í fjør, at lata næmingarnar á skúlanum fara undir eitt slíkt átak í eini evnisviku.

Eg helt hetta fara at vera stuttligt hjá næmingunum at royna, sigur Jóhanna, vit fáast bæði við handverk og list og hetta var nakað annarleiðis, nakað, sum kundi ment hugflogið hjá næmingunum í eini evnisviku, har tað stóð næmingum frítt at velja at arbeiða saman um í bólki. Við hesum átakinum hava tær lært ymiskar teknikkur innan handverkið. Tað tær hava gjørt er innan binding, hekling og gimping. Summar av gentunum duga væl, imeðan aðrar kanska ikki eru so royndar í handvekinum, hetta hevur givið teimum eitt gott høvi at læra, eisini hvør av aðrari og at brúka hugflogið.

21 næmingar eru á Húsarhaldsskúla Føroya í løtuni, og tað er talið sum pláss er fyri á skúlanum.

Undirvísararnir, ið hava staði fyri evnisvikuni eru Poulina Eliasen, Elin Lindenskov og Simona Vágsá.

Listahandverkiðni hjá næmingunum eru hongd upp kring um í Klaksvík. Á trøðini niðanfyri Christianskirkjuna, við gaml kirkjugarði við Vágstún og ikki minst á Húkin, har eisini ein sera snotuliga pyntað súkkla stendur.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri sigur, at tá skúlin fór undir hesa ætlanina, varð heitt á fólk um at lata skúlanum tógvrestir. Tað var eitt hitt, tí vit fingu ríkiligt av tógvi og harafturat fingu vit eisini súkkluna, sum vit hava prýtt. – Vit eru sera takksom fyri alt vit hava fingið og takka hjartaliga, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti at enda.

Harleywoodpaint