Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Eitt øðrvísi ískoyti til vanligu undirvísingina

Danial Viðoy

Keypmannahavn (Frederiksberg), Norðlýsið á staðnum: Hesa vikuna skipaði læraraskúli á Frederiksberg fyri náttúruvísindatiltakið, einum vísindafestivali fyri fólkaskúlanæmingum. – Hetta til tess at stimbra undirvísingina í náttúru- og tøkni.

Í tríggjar dagar vitjaðu gott 7.000 børn náttúruvísindadagarnar, sum vardu í tríggjar dagar.

LES EISINI: 7.000 børn á náttúru- og tøkni-festival

Læraralesandi á ”Professionshøjskolen på Metropol” hava í alla síðstu viku og farna mánadag stríðst og strevast á ymsum økjum, til tess at fáa fleiri básar upp at standa. 

Undirritaði stóð við ein bás við skriðdjórum við køldum blóði, har børnini/næmingarnir fingu vitan um, hvussu hesi djórini halda hitanum. Sum framhald av hesum varð knýtt, hvussu vit menniskju halda upp á okkara kropshita. – Hetta var bert ein básur av hálvthundrað.

LES EISINI: Oplevelseslæring for både hjertet og hjernen

Uttanfyri vórðu reinsdjór flett og parterað, eitt til hvønn dagin, umframt at ein hjartarættur eisini var til góman, fyri at taka okkurt annað úr rúgvuni.

Tøkni var eisini á skránni. Umframt at næmingar sluppu at síggja ymiskt, var eisini møguleiki hjá teimum at forrita, ja líkasum sleppa aftur um tað, sum tey vanliga síggja á skíggjanum hvønn dag.

SÍGGJ VIDEOBROT NIÐANFYRI (bert ein slakur minuttur):